Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. juni 1992 Nr. 87

Løgtingslóg um rentuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 22. desember 1995

§ 1 1) 2) Rentan, sum føroyskir peningastovnar og postgiro geva av innistandandi peningi, herundir…

1) 2) Rentan, sum føroyskir peningastovnar og postgiro geva av innistandandi peningi, herundir ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum og renta av føroyskum lánsbrøvum smb. § 25, nr. 3, litra b í løgtingslóg nr. 86 fra 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, verður skattað eftir reglunum í hesi lóg

§ 2 3) 4) Skyldu at gjalda rentuskatt eftir hesi lóg hava likamligir persónar og deyðsbúgv, sum hava…

3) 4) Skyldu at gjalda rentuskatt eftir hesi lóg hava likamligir persónar og deyðsbúgv, sum hava rætt til tær rentuinntøkur, sum eru nevndar í § 1 í hesi lóg, og sum eru undir skattskyldu eftir § 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum. Stk. 2. 3) 4) 5) Eisini hava Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, Menningargrunnur Ídnaðarins, Føroya Ídnaðargrunnur og Færøernes Realkreditinstitut skyldu at rinda rentuskatt eftir hesi lóg. Stk. 3. 2) 4) Tey í stk. 2 nevndu grunnar og stovnar hava skyldu til eisini at rinda 35% av rentum av innistandandi í útlendskum, heruppií donskum og grønlendskum peningastovnum v.m. og av inntøkum, sum útlendsk, heruppií donsk og grønlendsk, virðisbrøv kasta av sær. Stk. 4. 3) Landsstýrið ásetir nærri reglur fyri uppgerð og avrokning av rentuskatti eftir stk. 3.

§ 3 2) 3) 4) Renta, sum verður tilskrivað konti hjá likamligum persóni og deyðsbúgvum verður skattað…

2) 3) 4) Renta, sum verður tilskrivað konti hjá likamligum persóni og deyðsbúgvum verður skattað við 35% p.a. roknað av tilskrivaðu rentuupphæddini og við 35% p.a., um kontohavarin er ein av teimum í § 2, stk. 2 nevndu tryggingarfeløgum, grunnum ella stovnum. Rentuskattur eftir hesi lóg umfatar tó ikki rentu, umfatað av rentutryggingarlógini. Stk. 2. Kontohavarin ber skattin, men verður hann av peningastovni ella postgiro kontohavarans vegna rindaður burturav tí tilskrivaðu rentuni. Stk. 3. Peningastovnar og postgiro skulu í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentutilskriving avrokna rentuskattin til landskassan.

§ 3 a 4) Kontohavarar, ið hava skyldu at rinda rentuskatt eftir § 2, stk. 3 av rentum av innistandandi…

4) Kontohavarar, ið hava skyldu at rinda rentuskatt eftir § 2, stk. 3 av rentum av innistandandi í útlendskum peningastovnum, hava skyldu til at geva skattskyldugu rentuinntøkuna eftir hesi lóg upp til skattingar í seinasta lagi 15. februar og 15. august svarandi til rentutilskrivingina pr. 1. januar og 1. juli í sama ári. Uppgerðin yvir skattskyldugu inntøkuna verður latin Toll- og Skattstovuni. Fer rentutilskrivingin á konto fyri innistandandi í útlendskum peningastovni bert fram eina ferð um árið, er freistin at lata uppgerð inn 15. februar aftaná rentutilskrivingina. Stk. 2. Toll- og Skattstovan skrivar vegna landskassan út rokning fyri rentuskatt eftir § 2, stk. 3 við forfaldsdegi til 1. í mánaðinum eftir, at uppgerðin er latin inn við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum. Stk. 3. Verður rentuskatturin ikki goldin landskassanum rættstundis, skal rindast 1,5% í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaða mánað frá og við forfalsdegnum at rokna.

§ 3 b 2) 4) Skattskyldugur eftir § 2, stk. 3 skal í síðsta lagi 15. februar lata Toll- og Skattstovuni…

2) 4) Skattskyldugur eftir § 2, stk. 3 skal í síðsta lagi 15. februar lata Toll- og Skattstovuni uppgerð yvir tær inntøkur, ið skattskyldugi í undanfarna almanákkaári hevur havt sum avkast av útlendskum virðisbrøvum sbr. § 2, stk. 3. Stk. 2. Toll- og Skattstovan skrivar út rokning fyri landskassans skattakrøv eftir § 2, stk. 3 sbr. stk. 1 í hesi grein. Skattakrøvini hava forfaldsdag 1. í mánaðinum eftir, at uppgerðin er latin við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum. Stk. 3. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal gjaldast 1,5% í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við forfalsdegnum at rokna.

§ 4 Rentuskatturin eftir hesi lóg fer í landskassan

Rentuskatturin eftir hesi lóg fer í landskassan. Stk. 2. 4) Føroya Gjaldstova kann eftir áheitan frá Toll og Skattstovuni við panting innheinta landskassans krøv eftir hesi lóg, ið ikki eru goldin rættstundis.

§ 5 2) Ásetingarnar í §§ 3 og 4 eru eisini galdandi fyri rentu av føroyskum lánsbrøvum smbrt. § 1

2) Ásetingarnar í §§ 3 og 4 eru eisini galdandi fyri rentu av føroyskum lánsbrøvum smbrt. § 1. Stk. 2. Renta av føroyskum lánsbrøvum verður skattað við 35% p.a. Stk. 3. Renta skal gevast upp til skattingar á sjálvuppgávuni fyri viðkomandi ár eftir reglunum í skattalógini.

§ 6 Landsstýrið kann áseta nærri reglur um fyrisitingina av hesi lóg

Landsstýrið kann áseta nærri reglur um fyrisitingina av hesi lóg.

§ 7 Reglurnar í skattalóggávuni eru annars galdandi fyri rentuskatt eftir hesi lóg, har ikki annað er…

Reglurnar í skattalóggávuni eru annars galdandi fyri rentuskatt eftir hesi lóg, har ikki annað er ásett í hesi lóg. Stk. 2. Í reglum, sum ásettar verða við heimild í § 6, kann ásetast revsing við sekt fyri brot á ásetingarnar í hesum reglum. Stk. 3. Sekt eftir hesi lóg fellur til landskassan.

§ 8 Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1992 og verður galdandi fyri rentu, ið verður tilskrivað frá og…

Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1992 og verður galdandi fyri rentu, ið verður tilskrivað frá og við 1. juli 1992. Stk. 2. 3) Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 4 frá 26. mars 1953 um inntøkuskatt av rentum av innistandandi peningi í føroyskum bankum og sparikassum. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 10. mai 1994. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 13. desember 1994, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. januar 1995.” 3) Broytt við løgtingslóg 99 frá 18. mai 1993, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Broyting nr. 1 í § 1 (§ 2, stk. 1) verður galdandi fyri rentu, sum verður tilskrivað konti hjá skattskyldugum feløgum frá og við 1. januar 1993. Stk. 3. (sum broytt við Ll. nr. 106 frá 21.05.1993). Broyting nr. 4 (§ 3, stk. 1.) verður galdandi fyri rentu vunnin frá januar 1993 at rokna, og sum verður tilskrivað konti hjá skattskyldugum eftir hesi lóg frá og við 19. maj 1993.” 4) Broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 10. mai 1994, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. januar 1994.” 5) Broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 22. desember 1995 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, har § 2, stk. 4, ljóðar soleiðis: “Í løgtingslóg nr. 87 frá 5. juni 1992 um rentuskatt verða í § 2, stk. 2 orðini “Føroya Lívstrygging, Tryggingarsambandið Føroyar og allar deildir tess” strikaði. Í § 2, stk. 3 verður orðið “trygginarfeløgum” strikað. Eisini fer samstundis úr gildi higartil galdandi danski lógarteksturin í rentuskattalógini.” Stk. 5 í løgtingslógini er soljóðandi: “Avgjøldini, ið verða kravd eftir lógunum, nevndar í stk. 3 og 4, fyri tíðarskeiðið til og við 31. december 1995, skulu avroknast eftir higartil galdandi reglum um avrokning.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙