Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. oktober 2026 Nr. 86

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

(Persónar, sum hava fingið tillutað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja útgjald av eftirlønarsamansparing áðrenn almenna fólkapensjónsaldurin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 26. februar 2026, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “stk. 5 og 9” broytt til: “stk. 7 og 11”. 2. Í § 9 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett: “Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann eftirlønarsamansparari, sum hevur fingið tillutað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., byrja eftirlønarútgjald, tá ið hann røkkur aldursmarkið fyri at fáa tillutað framskundaða pensjón sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a. TAKS váttar, at útgjald av eftirlønarsamansparingini kann byrja, tá Almannaverkið hevur játtað umsókn. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 4, um býtið av samansparda virðinum útgjaldsdagin, og í § 9, stk. 8, um útgjøld, eru galdandi fyri útgjøld sbrt. stk. 2.” Stk. 2-12 verða eftir hetta stk. 4-14. 3. Í § 9, stk. 2, sum verður stk. 4, 4. pkt. verður “stk. 4, stk. 5” broytt til: “stk. 6, stk. 7”. 4. Í § 9, stk. 3, sum verður stk. 5, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1 og 4”. 5. Í § 9, stk. 4, sum verður stk. 6, 1. pkt. verður “stk. 2, nr. 1” broytt til: “stk. 4, nr. 1”. 6. Í § 9, stk. 10, sum verður stk. 12, verður “sbrt. stk. 2” broytt til: “sbrt. stk. 4”. 7. Í § 9, stk. 11, sum verður stk. 13, 1. pkt. og 2. pkt. verður “stk. 10” broytt til: “stk. 12”. 8. § 9, stk. 12, sum verður stk. 14, verður orðað soleiðis: “Stk. 14. Ásetingarnar í stk. 4, um býtið av samansparda virðinum útgjaldsdagin, og í stk. 8, um útgjøld, eru galdandi fyri útgjøld sbrt. stk. 13. Fær eftirlønarveitari ikki onnur boð frá eftirlønarsamansparara í sambandi við útgjald sbrt. stk. 13, verður ásett, at 15 prosent av samansparda virðinum verður goldið út sum kaptitalútgjald, 45% sum lívrenta og restin sum lutaeftirløn.” 9. Í § 10, stk. 2, § 11, stk. 6 og § 16, stk. 2, 1. pkt., verður “stk. 2” broytt til: “stk. 4”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 9. oktober 2026 Beinir Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 10/2026

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙