Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. mai 2025 Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu
(Broytt veiðitíð fyri lunda, lomviga, álku og skarv, krøv um at boða frá veiðihagtølum, o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin), sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Sum ásett niðanfyri er loyvt at veiða ella skjóta hesar fuglar ella fuglasløg: 1) Alt árið: Kráku, ravn, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg; ritu kortini bara á sjónum. 2) 20. oktober - 20. januar: Lunda, lomviga og álku. 3) 20. oktober - 30. november: Skarv.” 2. Í § 17 verða aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Øll veiða, býtt upp á fuglaslag og nøgd, skal fráboðast Havstovuni. Stk. 4. Havstovan almannakunnger tann 1. mars á hvørjum ári veiðihagtøl frá undanfarna ári. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu veiða eftir stk. 3 verður fráboðað, og hvussu veiðihagtøl eftir stk. 4 verða almannakunngjørd.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 6. 3. Í § 21 verður “monnum” broytt til: “fólkum”. 4. Í § 22 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Brot á ásetingarnar í § 17, stk. 2 og 3, verða revsað við sekt.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 7. mai 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 66/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.