Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. desember 2004 Nr. 85
Løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
§ 1 Lógin er galdandi fyri hesar bólkar av dopingevnum
Lógin er galdandi fyri hesar bólkar av dopingevnum: 1) Anabolskar steroidir og tilevnaðar anabolskar steroidir. 2) Testosteron og avleidd evni av hesum umframt evnir av sama slagi við androgenari ávirkan. 3) Vakstrarhormon. 4) Erytropoietin og evnir, ið hava líknandi virkna við at økja um mongdina av reyðum blóðlikamum í blóðinum til yvir vanliga virðið fyri aldur og kyn. 5) Evnir, sum fáa kroppin at gera meira av a) vakstrarhormoni, b) testosteron og avleidd evni av hesum ella av evnum av sama slagi við androgenari ávirkan, ella c) natúrligt erytropoietin.
§ 2 Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta, hvørjar aðrar bólkar av dopingevnum henda lóg er…
Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta, hvørjar aðrar bólkar av dopingevnum henda lóg er galdandi fyri.
§ 3 Tey í §§ 1 og 2 nevndu dopingevnir mugu ikki framleiðast, flytast inn, flytast út, seljast,…
Tey í §§ 1 og 2 nevndu dopingevnir mugu ikki framleiðast, flytast inn, flytast út, seljast, flýggjast út, býtast út ella liggjast inni við uttan so, at talan er um nýtslu til sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð ella til granskingarendamál. Stk. 2. Tann í stk. 1 umrødda nýtsla til sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð skal, tá talan er um einstaklingar, vera fyriskipað av lækna. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva undantaksloyvi frá ásetingini í stk. 1. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri undantaksloyvinum.
§ 4 1) Brot á § 3, stk. 1 ella treytir nevndar í § 3, stk. 3, 2. pkt. verða revsað við bót ella…
1) Brot á § 3, stk. 1 ella treytir nevndar í § 3, stk. 3, 2. pkt. verða revsað við bót ella fongsli í upp til 2 ár. Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. 2) (Strikað).
§ 5 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. desember 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 20/2004 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.