Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2015 Nr. 84

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Forsorgarlógin)

(Ásetingar um endurvenjing)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…

Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 19. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Sum yvirskrift yvir § 29 verður sett: “Endurvenjing” 2. § 29 verður orðað soleiðis: “§ 29. Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16-17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, 1) fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella 2) fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Stk. 2. Fyri at røkja sína skyldu sbrt. stk. 1 kann Almannaverkið gera avtalur við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar um keyp av tænastum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing innan Almannaverkið.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2015

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2015. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 145/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙