Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. mai 2015 Nr. 83
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Forsorgarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 19. desember 2014, verður § 10, stk. 6 orðað soleiðis: “Stk. 6. Almannaverkið tekur avgerð um at steðga veiting sbrt. § 9, stk. 2, um persónur uttan haldgóða grund noktar at taka við tilboði sambært skyldu í stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um at steðga veiting sbrt. 1. pkt.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr.146/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.