Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. juni 1990 Nr. 83

Løgtingslóg um stuðul til bygging av farmaskipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996

§ 1 1) Úr grunninum til endurnýgging av fiskiskipaflotanum fær landsstýrið heimild at veita stuðul…

1) Úr grunninum til endurnýgging av fiskiskipaflotanum fær landsstýrið heimild at veita stuðul sambært §§ 2-5 í hesi lóg.

§ 2 2) 3) (Strikað)

2) 3) (Strikað).

3) (Strikað).

§ 4 2) Heimilað verður eisini landsstýrinum at veita upp til 12% í studningi av metingarvirðinum.…

2) Heimilað verður eisini landsstýrinum at veita upp til 12% í studningi av metingarvirðinum. Studningurin verður goldin í eins stórum gjøldum yvir 3 ár. Stk. 2. Heimilað verður landsstýrinum at veita upp til 6% í studningi til felag, ið umbyggir farmaskip á føroyskari skipasmiðju. Studningurin verður roknaður av umbyggingarvirðinum eftir meting treytað av, at virðið av umbyggingini verður 8 mió kr. ella meira.

§ 5 4) Landsstýrinum er heimilað at veita upp til 10% stuðulslán til bygging av farmaskipum, bygd…

4) Landsstýrinum er heimilað at veita upp til 10% stuðulslán til bygging av farmaskipum, bygd fyri føroyska rokning. Stuðulslánini eru tó avmarkað til 10 mió. kr. fyri hvørt skipið. Lánið verður goldið kontant og verður at afturrinda grunninum yvir 14 ár, tey fyrstu 4 árini eru tó avdráttarfrí. Rentan er 7½% p.a. Stuðulslánið skal tryggjast við panti innanfyri 90% av skipsvirðinum.

§ 6 Um skipið skiftir eigara ella fer í aðra vinnu enn farmaflutning, fellur stuðulslánið og…

Um skipið skiftir eigara ella fer í aðra vinnu enn farmaflutning, fellur stuðulslánið og studningurin smb. § 4, ella tað, ið stendur eftir, til gjaldingar. Stk. 2. Landsstýrið kann tó geva loyvi til, at tað, sum eftir stendur av láninum verður standandi í bátinum, og at studningurin sambært § 4 framhaldandi verður útgoldin.

§ 7 Landsstýrið uppnevnir 3 metingarmenn, av hesum ein skipakønan og ein maskinkønan, at meta um…

Landsstýrið uppnevnir 3 metingarmenn, av hesum ein skipakønan og ein maskinkønan, at meta um virði og góðsku av skipinum og tekniskum innleggingum í tann mun, tað hevur týdning eftir hesi lóg.

§ 8 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi…

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi løgtingslógirnar nr. 15 frá 31. mars 1966, nr. 40 frá 20. mai 1981, nr. 44 frá 21. mai 1981, nr. 63 frá 2. oktober 1981 og nr. 67 frá 2. oktober 1981. 1) Sí eisini løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum § 1, 23 á bls. 2185. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 11. mai 1993. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996. 4) Broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995. § 6 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995”.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙