Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. mai 2017 Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um jarðhitaskipanir
(El riknar hitapumpuskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012 um jarðhitaskipanir verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012 um jarðhitaskipanir verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir” 2. Í § 1, stk. 1 verður “jarðhitaskipanum” broytt til: “hitaskipanum bygd á hitapumpur”. 3. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Luft til luft hitapumpur, minni enn 4 kW, eru undantiknar ásetingunum í hesi løgtingslóg, sbr. tó § 6 a, stk. 3 og 4 og § 9, stk. 3.” 4. Í § 2 verður sum nýtt nr. 1 sett: “1) Hitapumpuskipan: Skipan við el- riknari hitapumpu, ið tekur hita úr jørð, vatni, sjógvi ella luft at hita luft ella vatn í sethúsum og bygningum.” Nr. 1-3 verða eftir hetta nr. 2-4. 5. § 2, nr. 3, sum verður nr. 4, verður orðað soleiðis: ”4) Vatnrætt jarðhitaskipan: Jarðhitaskipan, har hiti verður savnaður gjøgnum vatnrætt niðurgrivnar slangur, sum liggja í lendinum við bygningin.” 6. Í § 5, stk. 1, § 7, stk. 2, 1. pkt. og § 9, stk. 5, 2. pkt. verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovuni”. 7. Í § 5, stk. 2 verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovuna”. 8. Í § 6, stk. 1, nr. 3 verður “reglur til útbúnað” broytt til: “útbúnaður”. 9. Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis: “Útgreiningar, loyvi og fráboðanir um hitapumpuskipanir” 10. Aftan á § 6 verður sett: “§ 6 a. Áðrenn hitapumpuskipanir, sum ikki eru jarðhitaskipanir, verða settar upp, skal góðkendur installatørur, eigarans vegna, útgreina hitatørvin, dimensionera hitaskipanina og útgreina nyttuna. Stk. 2. Oyðublað við upplýsingum eftir stk. 1 og um slag og stødd á hitapumpu, skal latast Umhvørvisstovuni til kunningar, áðrenn farið verður undir at seta hitapumpuskipanina upp. Stk. 3. Oyðublað við upplýsingum um slag og stødd á luft til luft hitapumpu minni enn 4 kW, skal latast Umhvørvisstovuni til kunningar, áðrenn hitapumpuskipanin verður sett upp. Stk. 4. Tað er ábyrgd eigarans at lata Umhvørvisstovuni upplýsingar eftir stk. 2 og 3. Stk. 5. Tá onnur hitapumpuskipan enn jarðhitaskipan verður tikin úr nýtslu, skal eigarin boða Umhvørvisstovuni frá hesum innan 30 dagar eftir at slík skipan er tikin úr nýtslu.” 11. Í § 7, stk. 1, § 9, stk. 1, 1. pkt., § 9, stk. 5, 1. pkt. og § 14, stk. 2, 1. pkt. verður “Jarðfeingi” broytt til: “Umhvørvisstovan”. 12. Í § 8, nr. 2 verður “Jarðhitaskipanin” broytt til: “jarðhitaskipanin”. 13. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “jarðhitaskipanum” broytt til: “hitapumpuskipanum”. 14. Í § 9, stk. 1, nr. 2 og stk. 4 verður “jarðhitaskipan” broytt til: “hitapumpuskipan”. 15. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Bert góðkendur installatørur av hitapumpu kann installera hitapumpu. Hetta er eisini galdandi fyri hitapumpur, minni enn 4 kW.” 16. Heitið á kapitli 3 verður orðað soleiðis: “Rakstur av hitapumpuskipanum og burturtøka av jarðhitaskipanum” 17. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.” 18. Í § 12, stk. 2 verður “jarðhitaskipanini” broytt til: “hitapumpuskipan”. 19. Í § 12, stk. 3 verður “jarðhitaskipanini” broytt til: “hitapumpuskipanini”. 20. Í § 14, stk. 1 verður “í vinnumálum” strikað. 21. Í § 15, stk. 1 verður aftan á “§ 3,” sett: “§ 6 a, stk. 2, og 5,”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 106/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.