Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
25. mai 2009 Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, tvær staðni í § 3, í § 6, tvær staðni í § 13, í §§ 21, 27, 31 og 36 verður “matrikulstovuni” broytt til: “matrikulmyndugleikanum”. 2) Í §§ 3, 4, 5, 7, 13, 14, 15, 16, 18, 19, 25, 26, 31, 34, 35, 37, 39 og 40 verður “matrikulstovan” broytt til: “matrikulmyndugleikin”. 3) Í § 6 verður “á matrikulstovuni” broytt til: “hjá matrikulmyndugleikanum”. 4) Í §§ 14, 18, 24 og 29 verður “matrikulstovuna” broytt til: “matrikulmyndugleikan”. 5) Í §§ 16 og 18 verður “matrikulstovunnar” broytt til: “matrikulmyndugleikans”. 6) Í § 43 verður “matrikulstovu” broytt til: “matrikulmyndugleika”. 7) Í § 7 verður “Føroya Jarðarráð” broytt til: “búnaðarmyndugleikin”. 8) Í §§ 4, 5, 6, 16 og tvær staðni í § 32 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 9) Í §§ 6, 19, 34, 38 og tríggjar staðni í § 40 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 10) Í § 18 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismannin”. 11) Í § 13 verður “sorinskrivara” broytt til: “tinglýsingarmyndugleika”. 12) Tvær staðni í § 13 og eina staðni í § 24 verður “sorinskrivarin” broytt til: “tinglýsingarmyndugleikin”. 13) Í §§ 14, 23, 25, 37 og tvær staðni í § 27 verður “sorinskrivaranum” broytt til: “tinglýsingarmyndugleikanum”. 14) Í § 13 verða orðini “og viðkomandi sýslumanni” strikað. 15) Í § 27, litra b) verður í staðin fyri orðini “, at tað” sett “, ið”. 16) Aftaná kap. 2 verður sett: “Kap. 2 a. Skráseting av nýkomnum eigindómum
§ 12 a Bygningsverk, ið gjørd eru undir jørð, kunnu skrásetast við matrikulnummari og vídd eins og…
Bygningsverk, ið gjørd eru undir jørð, kunnu skrásetast við matrikulnummari og vídd eins og vanligir eigindómar. Í skrásetingini skal hæddin eisini verða staðfest. Stk. 2. Turrløgd ella uppfylt lendi av sjóøki kunnu skrásetast við matrikulnummari og vídd eins og vanligir eigindómar. Stk. 3. Tann, sum lógliga hevur skapt bygningsverk ella lendi eftir stk. 1-2, kann biðja um at fáa hesi matrikulerað. Stk. 4. Áðrenn nýggj bygningsverk undir jørð, ella turrløgd ella uppfylt lendi av sjóøki kunnu skrásetast, skal matrikulmyndugleikin tryggja sær, at neyðug loyvi eru givin frá avvarðandi myndugleikum.” 17) Aftaná § 15 verður sett: “§ 15 a. Fjós, hjallur, úthús, seyðahús og bygningar annars, sum hoyra til festi, og sum sambært galdandi byggisamtykt liggja í landbúnaðarøki, kunnu býtast frá festinum. Stk. 2. Áðrenn avgerð verður tikin um sundurbýti, skal málið sendast búnaðarmyndugleikanum til ummælis. Stk. 3. Við sundurbýti eftir stk. 1 verður støddin av lendinum til bygningin ella bygningarnar ásett av matrikulmyndugleikanum.” 18) Í § 16 litra c) verður “allur parturin” broytt til: “partur”. 19) Í § 16 verður aftaná litra h) sett: “i) tá jørð, sum ikki er byggilendi sbrt. litra f), ynskist býtt sundur.” 20) § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Við sundurbýti má lutur ikki verða lagdur í sovorðnum skapi, at hann er óhentur til endamálið. Harundir má partur í felagseigindómi uttangarðs altíð hoyra til ávísan fastan eigindóm í somu markatalsbygd. Stk. 2. Verður tað í kommunustýrisins ummæli eftir § 20 ella á annan hátt upplýst, at tað við sundurbýtinum koma fram viðurskifti, sum ikki samsvara reglunum í: a) lóggávuni um byggi- og brunaviðurskifti, b) eini góðkendari byggisamtykt ella býarskipan, ella c) lóggávuni annars, kann sundurbýtið ikki verða góðkent uttan so, at avvarðandi myndugleiki hevur givið undantaksloyvi. Stk. 3. Øki, ið hoyrir til fornminni, kann ikki býtast sundur, uttan friðingarmyndugleikin frammanundan hevur góðkent býtið. Stk. 4. Í økjum, har góðkend byggisamtykt ikki hevur ásett minstustødd fyri byggigrundir ella urtagarðar, mugu hesi ikki leggjast við minni vídd enn 500 m². Sethúsabyggigrundir kunnu ikki leggjast við størri vídd enn 3000 m². Stk. 5. Eigindómar, sum longu eru byggigrundir ella urtagarðar, mugu við sundurbýti ikki verða gjørdir minni enn 500 m², uttan at hetta er ásett í góðkendari byggisamtykt. Stk. 6. Í økjum, har góðkend byggisamtykt ikki hevur ásett minstustødd fyri landbúnaðarjørð, má henda við sundurbýti ikki verða gjørd minni enn 5000 m². Tann minsta av tí í byggisamtykt ásettu stødd á landbúnaðarøki má ikki vera minni enn 3000 m². Stk. 7. Partur hjá einum eigindómi í felags eigindómi má ikki býtast sundur í minni enn 2 gyllin. Stk. 8. Lutur, sum ikki verður lagdur saman við grannalut, má ikki býtast frá uttan við atgongd til almennan veg. Ferðslurætturin skal ikki vera tíðaravmarkaður ella treytaður. Tó kann verða vikið frá reglunum í hesum stykki, tá frábýtt verður til landbúnaðarendamál í bygdum, sum ikki eru útskiftar, treytað av, at tann ferðslurættur, sum er, verður verandi.” 21) Í § 26 og í § 27, litra b) verður “500 kr.” broytt til: “50.000 kr.” 22) Í § 26 verður eftir seinasta punktum sett: “Landsstýrismaðurin kann við kunngerð hækka upphæddina fyri mesta virði á lendinum, ið flutt verður.” 23) Í § 27 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð hækka upphæddina fyri mesta virðið á lendinum, ið er ásett í stk. 1 litra b).” Stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4. 24) Aftaná § 38 verður sett: ”§ 38 a. Matrikulmyndugleikin kann gera rætting í matriklinum, tá ein eigindómur er broyttur, orsakað av omanlopi ella burturmáan. Stk. 2. Matrikulmyndugleikin, kommunan ella eigarin kann taka stig til, at rætting eftir stk. 1 verður framd.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Danski lógarteksturin…
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Danski lógarteksturin fer samstundis úr gildi. Stk. 2. Ásetingarnar í § 17 eru bert galdandi fyri sundurbýti, ið verður framt eftir, at hendan løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 3. Umsóknir og áheitanir, ið ikki eru liðugt viðgjørdar, tá løgtingslógin kemur í gildi, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum. Tórshavn, 25. mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 172/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.