Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2020 Nr. 82
Løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Við hesum verða settar úr gildi
Við hesum verða settar úr gildi 1) Lov nr. 43 af 13. marts 1891 om Vivisektioner, 2) Lov nr. 34 af 11. marts 1892 om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og 3) Lov nr. 51 af 14. marts 1931 om Hesteavlens fremme på Færøerne.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 7. juni 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 59/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.