Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2012 Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 29. desember 2011, verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 29 verður sum nýtt nummar sett: “27) Virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands.”
§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2010 og fer úr gildi 31. desember 2011
Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2010 og fer úr gildi 31. desember 2011. Stk. 2. Fyri inntøkuárini 2010 og 2011 verður samdøgursfrádráttur eisini veittur inntøkum, sum eru fevndar av § 25 b. Tórshavn, 7. juni 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 194/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.