Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. mai 2025 Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
(Heimild til kommunur at áseta bústaðarskyldu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 24. mai 1974, løgtingslóg nr. 59 frá 5. juni 1984, løgtingslóg nr. 80 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 57 frá 13. juni 1997, § 1 í løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2007, løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013 og § 5 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður aftan á § 5, men áðrenn yvirskriftina yvir § 6, sett: “Bústaðarskylda
§ 5 a Kommunustýri kann áseta bústaðarskyldu at galda fyri allar sjálvstøðugar bústaðareindir í heilum…
Kommunustýri kann áseta bústaðarskyldu at galda fyri allar sjálvstøðugar bústaðareindir í heilum samanhangandi bústaðarøkjum, tá talan er um nýggjar útstykkingar. Stk. 2. Umframt, sum ásett í stk. 1, kann kommunustýri áseta bústaðarskyldu at galda fyri einstaka sjálvstøðuga bústaðareind, sum kommunan hevur latið byggja, ella sum kommunan hevur ognað sær í fríum handli. Bústaðarskyldu sambært hesi áseting skal kommunan lata tinglýsa sum byrðu á ognina. Stk. 3. Ásetir kommunustýri bústaðarskyldu sambært stk. 1 ella 2, skal kommunan gera og røkja almenna býlisskrá við dagførdum upplýsingum um allar bústaðareindir í kommununi, sum fevndar eru av bústaðarskyldu, og regluliga samanbera upplýsingarnar í býlisskránni við upplýsingarnar í fólkayvirlitinum til tess at kanna, um bústaðarskyldan verður hildin. Eigari av bústaðareind hevur skyldu at flýggja kommununi allar viðkomandi upplýsingar til býlisskránna, sum kommunan biður um. Stk. 4. Bústaðarskyldan sambært stk. 1 og 2 er uppfylt, um minst ein persónur, sum er fyltur 15 ár, er skrásettur í fólkayvirlitinum sum búgvandi í bústaðareindini. Í sambandi við flyting kann bústaðareind standa tóm í upp til 6 vikur treytað av, at í minsta lagi 4 mánaðir eru ímillum hvørja ferð, at bústaðareindin stendur tóm. Stk. 5. Eigari av bústað hevur ábyrgd av, at bústaðarskyldan verður hildin. Heldur eigari ikki áseting um bústaðarskyldu, skal kommunan áleggja eigaranum dagbøtur á 200 kr. fyri hvønn heilan dag, bústaðarskyldan ikki er hildin. Peningur fyri dagbøturnar fer í kommunukassan. Útreiðslur, sum kommunan hevur av at innheinta falnar dagbøtur, verða at rinda av bústaðareigaranum. Eru fleiri eigarar, hefta hesir solidariskt fyri krøvum um dagbøtur og fyri útreiðslur í sambandi við innheintan. Dagbøtur og endurgjøld fyri útreiðslur í sambandi við innheintan, sum ikki eru rindað í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at tey eru fallin til gjaldingar, skal kommunan taka stig til at krevja inn við panting. Stk. 6. Bústaðareigari skal ikki rinda dagbøtur sambært stk. 5, um eigarin, í seinasta lagi tá 6 vikur freistin sambært stk. 4 er úti: 1) Boðar kommunustýrinum frá, at bústaðareindin ikki er útleigað. 2) Samtykkir at leiga bústaðin út til leigara, sum kommunan ávísir. Stk. 7. Noktar bústaðareigari, eftir at hava givið samtykki sambært stk. 6, nr. 2, at leiga út til leigara, sum kommunan hevur ávíst, skal bústaðareigarin rinda dagbøtur fyri tað tíðarskeið, eigarin annars skuldi havt rindað dagbøtur fyri sambært stk. 5, um eigarin upprunaliga ikki hevði givið samtykki. Stk. 8. Brúkar kommunustýri heimildina í stk. 1 ella 2, skal kommunustýrið í byggisamtyktini áseta almennar reglur um: 1) hvussu kommunustýrið skal hava eftirlit við, at bústaðarskylda sambært stk. 4 verður hildin, 2) mannagongd fyri, hvussu dagbøtur sambært stk. 5 verða álagdar og innkravdar, 3) mannagongd fyri, hvussu prógv sambært stk. 6, nr. 2 skal førast, 4) mannagongd fyri, hvussu samtykki sambært stk. 6, nr. 3 skal innheintast, og 5) mannagongd fyri, hvussu ávísing sambært stk. 6, nr. 3 skal umsitast. Stk. 9. Hevur kommuna ásett bústaðarskyldu sambært stk. 1 ella 2, men ikki tekur neyðug stig fyri at tryggja, at bústaðarskyldan verður hildin, undir hesum ikki krevur inn dagbøtur sambært stk. 5 ella ikki umsitur ávísing sambært stk. 6, nr. 3, kann landsstýrisfólkið gera av, at ásetingin um bústaðarskyldu fyri viðkomandi øki ella bústaðareind verður ógildað. Stk. 10. Landsstýrisfólkið kann, í heilt serligum førum í tann mun týðandi samfelagslig atlit tala fyri tí, loyva kommunu, heilt ella partvíst, at avlýsa bústaðarskyldu, sum áður er ásett við heimild í stk. 1 ella stk. 2. Stk. 11. Verður áseting um bústaðarskyldu ógildað sambært stk. 9, skal kommunan endurrinda allar dagbøtur, sum kommunan seinastu 5 árini undan ógildanardegnum við heimild í stk. 5 ella 7 hevur kravt frá bústaðareigarum. Stk. 12. Upphæddin í stk. 5 verður javnað hvønn 1. mars við broytingini í brúkaraprístalinum hjá Hagstovu Føroya seinasta árið, tó so, at upphæddin hækkar við ikki minni enn 2% árliga. Landsstýrisfólkið lýsir í kunngerð, í seinasta lagi 31. januar, upphæddina, sum verður galdandi frá 1. mars sama ár til síðsta februar árið eftir.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 2. mai 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 88/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.