Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. mai 2009 Nr. 81

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1, 2, 3, 4, 5 og 6, í § 4, stk. 1, 2, 3 og 4, í § 6, stk. 1 og 2 , í § 7, í § 8, í § 9, stk. 1 og 2, tvær staðni í § 11, stk. 1, í § 11, stk. 2 og 3, í § 12, § 15, § 16, § 18, § 22 og tvær staðni í § 26 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 2) Tvær staðni í § 4 og § 6 og eina staðni í § 24 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 3) Í § 6, stk. 1, § 12, stk. 3 og § 13, stk. 1 verður “3 mánaðir” broytt til: “6 vikur”. 4) Í § 13, stk. 2 verður “kommunan” broytt til: “ognarmaður”. 5) Í § 4 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett : “Stk. 3. Allar kommunur skulu í seinasta lagi 31. desember 2010 hava sent landsstýrismanninum byggisamtykt til góðkenningar fyri allar bygdir í kommununi. Í kommunum við fleiri bygdum verður hvør bygd mett fyri seg í mun til tørv á byggilendi til tey ymisku endamálini, ið eru góðkend í byggisamtykt. Góðkendar byggisamtyktir skulu endurskoðast og sendast landsstýrimanninum til staðfestingar fimta hvørt ár.” Stk. 3-5 verða hereftir til stk. 4-6. 6) Í § 4, stk. 3 verður “§ 5, stk. 2, 3 og 5” broytt til : “§ 5, stk. 2, 4 og 6”. 7) Í § 4, stk. 4 verður “§ 5, stk. 3” broytt til : “§ 5, stk. 4”. 8) Í § 4, stk. 5 verður “stk. 4” broytt til: “stk. 5”. 9) Í § 6, stk. 5, verður “§ 4, stk. 3” broytt til: “§ 4, stk. 4”. 10) Í § 26, stk. 1, verður “§ 4, stk. 4” broytt til : “§ 4, stk. 5”. 11) Í § 5 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett : “Stk. 3. Uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunlar og onnur bygningsverk undir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt.” Stk. 3-6 verða hereftir til stk. 4-7. 12) Í § 5, stk. 4 verður “stk. 3” broytt til: “stk. 4”. 13) Í § 5, stk. 6 verður “stk. 3 og 4” broytt til : “stk. 4 og 5”. 14) Í § 22 verður “§ 5, stk. 3 nr. 2” broytt til: “§ 5, stk. 4 nr. 2”. 15) Aftaná § 7 verður sett: “§ 7 a. Allar kommunalar byggisamtyktir verða skrásettar í eini lendisskrá, sum er atkomulig hjá almenninginum. Stk. 2. Tá byggisamtyktin er góðkend, hevur kommunan innan 4 vikur skyldu til at senda myndugleikanum, ið umsitur lendisskránna, eina teldutøka útgávu av byggisamtyktini. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, hvussu lendisskráin skal skipast, harundir nýtslugjøld og reglur fyri, hvussu kort og dátur skulu verða skikkað, tá tey verða send lendisskránni. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at uppskot um byggisamtyktir eftir § 6 skulu fráboðast lendisskránni.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 25. mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 171/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙