Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2015 Nr. 81

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.

(Trygdarátøk og vápnaprógv)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai…

Í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 1980, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1, nr. 1 verður sum 2. pkt. sett: “Luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm, og lóður til,” 2. § 2, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2. luftbyrsur kaliber 5,5 mm og minni, fjarðabyrsur og lóður til,” 3. Í § 2, stk. 2 verður 3. pkt. orðað soleiðis: “Tó er loyvt persónum millum 16 og 18 ár, sum hava staðið vápnatrygdarskeið, at nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri, og persónum 16 ár ella eldri, at nýta seyðabyrsu.” 4. Aftaná § 2 verður sett: “§ 2 a. Tað er forboðið at nýta og handfara vápn, nevnd í §§ 1 og 2 á ein hátt, ið greitt má metast sum vandamikil, hóttandi ella ræðandi fyri persónar, ið eru í nánd.” 5. Aftaná § 3 verður sett: “§ 3 a. Tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápnum, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1. Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar, sum í sínum virki hava serligan tørv á skotvápnum, kunnu søkja um loyvi at keypa og eiga skotvápn.

§ 3 b Persónar, sum eru 18 ár og eldri og hava staðið vápnatrygdarskeið, kunna søkja um vápnaprógv

Persónar, sum eru 18 ár og eldri og hava staðið vápnatrygdarskeið, kunna søkja um vápnaprógv . Stk. 2. Vápnatrygdarskeiðið skal vera minst 8 tímar og innihalda ein verkligan part, ein ástøðiligan part og roynd í hesum pørtum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir lesiætlanina fyri ástøðiliga partin og krøv til skjótiroynd o.a. fyri verkliga partin av skeiðnum.

§ 3 c Landstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um vápnaprógv, herundir krøvini til at fáa…

Landstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um vápnaprógv, herundir krøvini til at fáa vápnaprógv, útvegan av revsiváttan, skráseting av vápnaprógvi, møguleikan at taka vápnaprógv aftur og reglur um títtleikan at endurtaka vápnatrygdarskeiðið.

§ 3 d Landsstýrismaðurin gevur eftir umsókn vápnaprógv eftir treytum, ásettar sbrt. § 3 c.…

Landsstýrismaðurin gevur eftir umsókn vápnaprógv eftir treytum, ásettar sbrt. § 3 c. Landsstýrismaðurin kann krevja gjald fyri vápnaprógvið.

§ 3 e Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv hevur landsstýrismaðurin krav at fáa…

Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv hevur landsstýrismaðurin krav at fáa revsiváttan frá viðkomandi persóni. Stk. 2. Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv, í samband við vápnatrygdarskeið og skráseting av vápnum, hevur landsstýrismaðurin krav at fáa upplýst p-tal hjá viðkomandi persóni. Stk. 3. Vinnurekandi, ið selja vápn, hava krav at fáa p-tal at nýta í sambandi við skráseting av teimum, ið keypa vápn.

§ 3 f Persónar, fyritøkur og onnur, ið vilja bjóða út vápnatrygdarskeið, skulu góðkennast av…

Persónar, fyritøkur og onnur, ið vilja bjóða út vápnatrygdarskeið, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 3 g Persónar, ið hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum liður í útbúgving, kunnu fáa…

Persónar, ið hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum liður í útbúgving, kunnu fáa føroyskt vápnaprógv, um tað lokna vápnatrygdarskeiðið verður mett at vera á minst sama støði sum tað føroyska.

§ 3 h Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sbrt. § 3 b, stk. 3, § 3 d, § 3 e, stk. 1 og 2 og…

Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sbrt. § 3 b, stk. 3, § 3 d, § 3 e, stk. 1 og 2 og § 3 f til ein annan myndugleika ella almennan stovn. Ger landsstýrismaðurin tað, kann hesin myndugleikin ella stovnurin krevja gjald fyri sínar tænastur. Stk. 2. Ger landsstýrismaðurin av at leggja heimildir sínar sambært hesi løgtingslóg til eina annan myndugleika ella stovn, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar av hesum myndugleika ella stovni, undir hesum áseta kærufreist uppá 4 vikur, og avgera, at ávíst slag av avgerðum ikki kann kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eisini leggja sín kærumyndugleika til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.” 6. § 4, stk. 1 og 2 verða strikað og í staðin verður sett: “Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um fráboðan og skráseting av teimum lutum og tilfari, sum koma undir §§ 1 og 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um goymslu og ræði á teimum í §§ 1 og 2 tilskilaðu lutum og evnum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir hjá vinnurekandi at handla við lutum og tilfari, sum koma undir §§ 1 og 2, herundir hvussu vinnurekandi skulu skráseta og boða frá sølu av hesum lutum og tilfari. Stk. 4. Í ítróttarhøpi er einki aldursmark at nýta høglbyrsu, tá persónar eru undir eftirliti av góðkendum skjótivegleiðara og á ítróttarskjótibreyt. Landsstýrismaðurin ásetir nærri krøv til góðkenning av skjótivegleiðara.” Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 5 og 6. 7. Í § 4, stk. 4, sum verður stk. 6, verður “stk. 3” broytt til: “stk. 5”. 8. § 7 verður orðað soleiðis: “§ 7. Brot á § 1, § 2, stk. 2, § 2 a, § 3, stk. 1, § 3 a § 4, stk. 4 og § 5 verða revsað við bót. Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið. Stk. 3. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í § 3 c, § 4, stk. 1-4, kann ásetast revsing við bót. Somuleiðis kann ásetast, at revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár undir somu umstøðum, sum nevndar eru í stk. 2. Stk. 4. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini. Stk. 5. Málini verða viðgjørd sum politimál. Tey í rættargangslógini nevndu tiltøk í kap. 69 um handtøku, kap. 70 um fongsling, kap. 72 um rannsókn og kap. 73 um inndrátt kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.” 9. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.

§ 3 Stk. 1. Persónar, ið lógliga eiga vápn, nevnd í løgtingslógini § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1,…

Stk. 1. Persónar, ið lógliga eiga vápn, nevnd í løgtingslógini § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, skulu einans útvega sær vápnaprógv, um teir skulu nýta hesi. Stk. 2. Vápnaprógv sbrt. § 3 a, sum ásett í § 1, nr. 5, skal vera fingið í seinasta lagi 1. januar 2017. Stk. 3. Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, og sum lógliga eiga vápn, sum eru nevnd í løgtingslógini § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, kunna søkja um vápnaprógv sbrt. § 3 b, stk. 1, sum ásett í § 1, nr. 5, uttan at taka vápnatrygdarskeiðið. Hesi vápnaprógv hava frámerki um, at viðkomandi ikki hevur tikið vápnatrygdarskeiðið. Stk. 4. Persónar, ið eiga ella liggja inni við ólógligum vápnum ella lutum sbrt. § 1 í løgtingslógini, kunnu til og við 30. juni 2016 lata hesi inn til landfútan uttan revsitiltøk. Vápn, sum av antikvariska myndugleikanum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, kunnu í samráð við Føroya Landfúta latast Søvnum Landsins til varðveitslu. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 95/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
våben m.v., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 1980 · innanhýsis
Áður galdandi · 22. maj 1969

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙