Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. august 2006 Nr. 81
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 27 verður orðað soleiðis: ”§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2006 til 31. august 2007.” 2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin: Bólkur 2: Partrolarar 5.752 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 3.471 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 1.717 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 2.005 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.713 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 20.598 fiskidagar”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. august 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 2/2006
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.