Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. mai 2017 Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Afturbering av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 161 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett: “(Meirvirðisgjaldslógin)” 2. Aftan á § 3 b verður sett: “§ 3 c. Tann, sum keypir motorakfar, sum er fevnt av løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, og sum bert nýtir ravmagn ella vetni til framdrátt, kann eftir umsókn fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið. Stk. 2. Í mesta lagi kr. 70.000 verða endurgoldnar eftir hesi grein fyri hvørt motorakfar samsvarandi við ein keypsprís á 350.000, íroknað meirvirðisgjald. Stk. 3. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal motorakfarið vera skrásett áðrenn 1. januar 2019.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Stk. 2. Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, skal umsókn verða latin TAKS í seinasta lagi 31. mars 2019. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 70/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.