Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. august 2007 Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 7. juni 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 14, stk. 2, verður orðað soleiðis: “14, stk. 2. Fiskidagar kunnu avhendast í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið frá bólki 5, til hinar bólkarnar, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Rættindahavari til húkaveiðu í høvuðsbólki 4 kann ikki avhenda fiskidagar til rættindahavara til trolveiðu í bólki 4. Fyri avhendan millum høvuðsbólkarnar skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.” 2) Í § 27 verða orðini “frá 1. september 2006 til 31. august 2007” broytt til: ”frá 1. september 2007 til 31. august 2008.” 3) § 29, stk.1, verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin: Bólkur 2: Partrolarar 5.637 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 3.402 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 1.683 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.965 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.679 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 20.186 fiskidagar” 4) Í § 36, stk. 1 verður aftaná 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: ”Landsstýrismaðurin kann harumframt áleggja fiskifarinum at bera lønarkostnaðin.” 3. pkt. verður hereftir 4. pkt.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd Tórshavn, 20. august 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 1/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.