Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. mai 2003 Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Føroyska ytra landleiðin er sjógvurin innan fyri linju, sum gongur 200 fjórðingar (1 fjórðingur = 1852 metrar) frá beinum grundlinjum, drignar gjøgnum hesi 18 støðini í tilskilaðu raðfylgju: 1. Sker í útsynning úr Munkinum 61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V 2. Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara 61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V 3. Vestasta hornið á Knikarsboða vestur úr Mykines vita 62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V 4. Útnyrðingsendin á skeri millum Knikarsboða og Breiðufles í útnyrðing úr Mykines vita 62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V 5. Vestasti endi á Breiðufles 62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V 6. Vestasta hornið á Skeiðini í útnyrðing úr Mýlingi 62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V 7. Landnyrðings hornið á Skeiðini 62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V 8. Vestasta hornið á Risanum, norðan fyri Eiðiskoll 62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V 9. Norðasta hornið á Risanum 62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V 10. Norðasti endi á Rivtanga 62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V 11. Útnyrðingshornið á Kalsfles, norður úr Kalsoynni 62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V 12. Norðasti endi á Kalsfles 62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V 13. Norðasta hornið á Flesini, norður úr Ennibergi 62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V 14. Norðasta hornið á Skoparanum á Fugloynni 62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V 15. Landnyrðingshornið við Hellurnar 62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V 16. Eystasta hornið á Stapanum 62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V 17. Eystasti endi á Flesjunum, sunnan fyri vitan á Akrabergi 61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V 18. Sunnasti endi á Stórufles 61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V 1. Sker í útsynning úr Munkinum 61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V Koordinatini frammanfyri vísa til Datum ETRS 89.” 2) § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Innara landleiðin er sjógvurin innan fyri beinar grundlinjur drignar gjøgnum hesi 18 støðini í tilskilaðu raðfylgju: 1. Sker í útsynning úr Munkinum 61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V 2. Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara 61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V 3. Vestasta hornið á Knikarsboða vestur úr Mykines vita 62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V Útnyrðingsendin á skeri millum Knikarsboða og Breiðufles í útnyring úr Mykines vita 62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V 4. Vestasti endi á Breiðufles 62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V 5. Vestasta hornið á Skeiðini í útnyrðing úr Mýlingi 62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V 6. Landnyrðings hornið á Skeiðini 62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V 7. Vestasta hornið á Risanum, norðan fyri Eiðiskoll 62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V 8. Norðasta hornið á Risanum 62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V 9. Norðasti endi á Rivtanga 62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V 10. Útnyrðingshornið á Kalsfles, norður úr Kalsoynni 62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V 11. Norðasti endi á Kalsfles 62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V 12. Norðasta hornið á Flesini, norður úr Ennibergi 62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V 13. Norðasta hornið á Skoparanum á Fugloynni 62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V 14. Landnyrðingshornið við Hellurnar 62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V 15. Eystasta hornið á Stapanum 62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V 16. Eystasti endi á Flesjunum, sunnan fyri vitan á Akrabergi 61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V 17. Sunnasti endi á Stórufles 61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V 1. Sker í útsynning úr Munkinum 61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V Koordinatini frammanfyri vísa til Datum ETRS 89.” 3) Í § 8, stk. 4 verður sett sum 3. punktum: “Hevur persónur ella felag ikki gjørt nýtslu av einari sambært 1. punktum givnari tilsøgn, kann landsstýrismaðurin, tá fiskiár byrjar, tilluta bólkinum fiskirættindini. 4) Í § 15, stk. 1, 2. pkt. verður aftan á orðið “avhending”, sett inn orðini “av botnfiskakvotum í íslendskum sjógvi”. 5) § 31, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Heimilað verður landsstýris-manninum í kunngerð at áseta nærri reglur fyri umsiting av fiskiloyvum í bólki 5, sbr. § 5, stk. 4, 2. punktum.” 6) § 35, stk. 1, 3. punktum verður orðað soleiðis: “Verður eigari av fiskifari og/ella skipari á fiskifari dømdur fyri lógarbrot ella góðtekur eina uttanrættarliga avgerð í sambandi við lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, skal eigarin av fiskifarinum gjalda kostnaðin av kanningunum.” 7) § 42 verður orðað soleiðis: “§ 42. Fyri inndrátt eru reglurnar í borgarligu revsilógini galdandi. Veiða ella virði av veiðu kunnu tó verða inndrigin, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga. Stk. 2. Fyri brot á reglurnar um 1. veiðu við ólógligum reiðskapi, ásettar í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2, 2. veiðu út um ásettari felags árskvotu, egnari árskvotu, loyvdum fiskidøgum sambært fiskiloyvi, egnari hjáveiðukvotu sambært § 18, stk 1, ella 3. loyvdari hjáveiðu, sambært kunngerð, kann øll veiða og reiðskapur verða inndrigið, herundir net, lemmar, vektir, veirar, elektronisk útgerð, sondir, sondikáplar, línur, uppstandarar, vørp, boyur, gørn v.m. líkamikið, hvørs ogn hetta er. Stk. 3. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 verður øll veiða og allur reiðskapur altíð at draga inn, tá 1. talan er um brot á reglurnar um útblaking, ásettar í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 1, nr 7, 2. talan er um veiðu á stongdari leið ella friðaðum øki sambært § 9a, stk. 1 ella stongdum leiðum ella friðaðum økjum, ásett í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2, ella veiðu uttan veiði- ella fiskiloyvi, sbr. § 7, stk. 1. Stk. 4. Mál, sum viðvíkja brotum á lógina ella reglum, ásettar við heimild í lógini, kunnu verða avgjørd av løgregluni eins væl og av skiparanum á avvarðandi fiskiveiði-eftirlitsskipi í samráð við fútan, um bót, inndráttur og gjald av málskostnaði verða góðtikin. Stk. 5. Verður málið ikki avgreitt eftir stk. 4, verður málið lagt fyri dómsvaldið. Áðrenn ein uttanrættarlig avgerð verður tikin, eigur at verða upplýst um rættin at leggja málið fyri dómsvaldið, og hvør freistin er. Áheitan um at fáa málið lagt fyri dómsvaldið skal boðast fútanum frá í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Stk. 6. Viðvíkjandi góðtøku eftir stk. 4 verða reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum at nýta í hesum sambandi.” 8) Í § 44, stk. 1 verður orðið “Útlendsk” broytt til: “Øll”. 9) § 45, stk. 1, 2. punktum verður orðað soleiðis: “Fiskiloyvi kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 8. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 113/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.