Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2012 Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður sum 3. pkt. og 4. sett: “Somuleiðs verður eitt gjald upp á 0,10 kr. pr. litur lagt á søluna til brúkaran av brenniolju (fuelolju). Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunummarinum 2710.19.70 (brenniolja).” 2) § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Niðanfyri standandi meirvirðisgjaldskrásettu virki: Garðyrki og plantuskúlar Fiskaaling Ídnaður Gistingarhús Vallaraheim Farmaflutningsvirki hava rætt til at fáa endurgoldið avgjaldið, sum tey hava goldið sambært § 1 av vørunumrunum: 2710.19.61 (fýringsolja), 2710.19.62 (autodieselolja) og 2710.19.69 (aðrar gassoljur).”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012. Tórshavn, 7. juni 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 191/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.