Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. mai 2025 Nr. 80
Løgtingslóg um tænastugjald á tóm býli
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Vavið á heimildini
§ 1 Kommununum verður heimilað at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur…
Kommununum verður heimilað at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum. Stk. 2. Tænastugjaldið fevnir um útreiðslur í sambandi við vatnveiting, burturveiting av kloakkvatni, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving. Stk. 3. Eigarar av býlum, har eingin er skrásettur at búgva, hava skyldu at nýta tær tænastur, sum kommuna, ið krevur tænastugjald, veitir býlunum Stk. 4. Um ein kommuna nýtir heimildina at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva, skal kommunan krevja tænastugjald fyri øll býli í kommununi, har eingin er skrásettur at búgva. Stk. 5. Býr eigarin ella ein av eigarunum í viðkomandi kommunu, skal hann hóast hetta gjalda tænastugjald fyri býlið, har eingin er skrásettur at búgva. Tænastugjaldið
§ 2 Kommunustýrið ásetur tænastugjaldið. Tænastugjaldið skal hvíla í sær sjálvum og fevna um tær…
Kommunustýrið ásetur tænastugjaldið. Tænastugjaldið skal hvíla í sær sjálvum og fevna um tær veruligu útreiðslurnar, sum kommunan hevur av vatnveiting, fráveiting av kloakk, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving, sbr. tó stk. 3. Stk. 2. Tær kommunur, sum krevja inn tænastugjald, skulu grunda útrokning av tænastugjaldinum á nøktandi og viðkomandi upplýsingar. Stk. 3. Landsstýrisfólkið í fíggjarmálum ásetur í seinasta lagi tann 1. oktober í hvørjum ári eitt hámark fyri upphæddini á tænastugjaldinum í komandi álmanakkaári. Tænastugjaldið, sum kommunurnar áseta, má ikki fara upp um hámarkið, sum er sett av landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum. Innkrevjing
§ 3 Kommunurnar krevja sjálvar inn tænastugjaldið. Í kravinum skal vera tilskilað, hvørjar tænastur…
Kommunurnar krevja sjálvar inn tænastugjaldið. Í kravinum skal vera tilskilað, hvørjar tænastur kravið er fyri, hvussu komið er fram til upphæddina í kravinum, og nær kravið fellur til gjaldingar. Stk. 2. Kommunan ger sjálv av, um tænastugjaldið verður kravt inn mánaðarliga, hvønn ársfjórðing, hálvárliga ella árliga. Stk. 3. Kravið verður sent eigaranum av býlinum. Eru fleiri eigarar, bera teir samábyrgd fyri upphæddini. Umsiting av tænastugjaldinum
§ 4 Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur viðvíkjandi umsiting av tænastugjaldinum
Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur viðvíkjandi umsiting av tænastugjaldinum. Kæra
§ 5 Kærur um avgerð hjá kommunu eftir §§ 1-3 í hesi løgtingslóg kunnu kærast til landsstýrisfólkið…
Kærur um avgerð hjá kommunu eftir §§ 1-3 í hesi løgtingslóg kunnu kærast til landsstýrisfólkið innan 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað eigaranum ella einum av eigarunum av býlinum. Kærur skulu vera skrivligar. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann leggja kærumyndugleika sín til kærustovn, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina. Gildiskoma
§ 6 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026. Í Tinganesi, 2. mai 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 68/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.