Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. juni 2012 Nr. 79

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum…

Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5 stk. 1 verður aftaná “jarðrunnum brennievnum“ sett: “, vindorku”. 2) § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Tað kann verða lýst alment eftir umsóknum, tá ið loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verður veitt. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, ella áðrenn umsókn verður viðgjørd uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3.”

§ 2 Sum nýtt § 5, stk. 3 verður sett

Sum nýtt § 5, stk. 3 verður sett: ”Stk. 3. Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð”. Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5.

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 7. juni 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 189/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙