Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. mai 2025 Nr. 79

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum

(Fylgibroytingar til broytingar í sjólógini viðvíkjandi Vrak-sáttmálanum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30…

Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, § 2 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, løgtingslóg nr. 85 frá 29. mai 2017, § 1 í løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, § 58 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 41 frá 16. mai 2024, verður aftan á § 31 a sett: “§ 31 b. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um skyldu skiparans og reiðarans at fráboða viðkomandi myndugleikum, um eitt skip er partur í einari vanlukku á sjónum, ið hevur ført til eitt vrak sambært altjóða sáttmálanum um at burturbeina vrak. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um: 1) ábyrgd myndugleikans at lokalisera, uppmerkja og ávara um vrak, sum kunnu vera til vanda á sjónum, 2) hvørji viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina, tá støða skal takast til, um eitt vrak er til vanda, 3) ábyrgd myndugleikans at krevja av eigaranum, at vrakið skal burturbeinast, og 4) um heimild myndugleikans at standa fyri burturbeining av vraki fyri rokning reiðarans.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 29. juli 2025

Henda løgtingslóg kemur í gildi 29. juli 2025. Í Tinganesi, 2. mai 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 62/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙