Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2015 Nr. 78

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

(Hækkan av viðbót til fólkapensjón)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum…

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 5. desember 2014 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, nr. 1, 6. rað um viðbót til fólkapensjón – støk verður “2014” broytt til: “2015” og “39.252,00” til: “43.452,00*”. 2. Í § 3, nr. 1, 7. rað um viðbót til fólkapensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2015” og “30.372,00” til: “34.572,00*”. 3. Í § 3, nr. 1, undir talvuni verður sett “*Samlaða árliga upphæddin er galdandi fyri útgjald frá og við juli 2015. Fyri útgjøldini fram til juli mánaða eru árligu upphæddirnar kr. 39.252,00 fyri støk og kr. 30.372,00 fyri gift hvør.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við juli 2015. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 100/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙