Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
17. mai 2000 Nr. 78
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 1 Í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg…
Í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Sum hjálp til uppihald verður sambært stk. 1 vanliga útgoldið í mesta lagi ein upphædd samsvarandi við fólkapensjóns grundupphæddina við einum ískoyti fyri hvørt barnið, samsvarandi barnaviðbótini eftir løgtingslóg um almannapensjónir. Við ásetan av hjálp má annars takast fyrilit fyri tílíkum føstum útreiðslum, sum grundaðar á livikorini higartil kunnu metast at vera rímiligar, og leggjast dentur á livikorini frameftir, sum kunnu gerast ein fylgja av tí broyting, sum er hend í støðuni hjá viðkomandi ella familjuni. Tann samlaða veitingin kann ikki fara upp um ta upphædd, sum verður útgoldin til persónar, ið fáa dagpening eftir hægsta satsi, og sum ikki hava aðrar inntøkur. Tó kann samlaði stuðulin, ið verður útgoldin persónum í sambandi við vantandi arbeiðsmøguleikar, ikki vera hægri enn hægsta útgjaldið frá ALS, og viðkomandi skal ikki hava aðrar inntøkur.” 2) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tá ið ein persónur, ið ikki er fevndur av veitingum eftir løgtingslóg um almannapensjónir, varandi hevur tørv á hjálp til sítt og familjunnar uppihald, kann hjálp veitast soleiðis, at viðkomandi fær eina upphædd, samsvarandi fólkapensjónini til ein pensjónist uttan aðrar inntøkur, við einum ískoyti fyri hvørt barnið, samsvarandi barnaviðbótini eftir løgtingslógini um almannapensjónir o.l.” 3) § 40 verður orðað soleiðis: “§ 40. Útreiðslur sambært hesi lóg verða rindaðar av landskassanum. Stk. 2. Kommunurnar rinda sjálvar umsitingarútreiðslurnar hjá kommunalum sosialum deildum sambært forsorgarlógini. Stk. 3. Kommunurnar útvega hølir til heimarøktina og skúlalæknaskipanina.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000, tó soleiðis, at § 1, nr. 3, kemur í gildi 1. juli 2000. Tórshavn, 17. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.