Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2020 Nr. 78
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
(Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015 og løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1 verður aftan á “B-inntøkuni” sett: “samanlagt”. 2. Í § 2 verður sum stk. 10 sett: “Stk. 10. Eftirlønargjald sbrt. stk 1 og 5, ið er minni enn 30 krónur, verður ikki álagt at rinda.” 3. Í § 13, stk. 1 verður aftan á “eftirlønarskipan” sett: “, ið er stovnað sbrt. hesi løgtingslóg, ella har inngoldið er sbrt. § 17, stk. 5 í hesi løgtingslóg,” 4. Í § 13, stk. 2 verður aftan á “eftirlønarsamansparing” sett: “, ið er stovnað sbrt. hesi løgtingslóg, ella har inngoldið er sbrt. § 17, stk. 5 í hesi løgtingslóg”. 5. § 14 og yvirskriftin yvir § 14 verða strikaðar. 6. § 15 og yvirskriftin yvir § 15 verða strikaðar. 7. Í § 17, stk. 5, 4. pkt. verður “verða 40 prosent í eftirlønarskatti” broytt til: “verður eftirlønarskattur”.
§ 2 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7, stk. 5, 1. pkt. verður “inngoldin” broytt til: “skattað”. 2. § 7 B, stk. 6 verður strikað. 3. Í § 12 b, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Ásetingin í 1 pkt. er ikki galdandi fyri inngjøld fevnd av § 11 a, stk. 5 í hesi løgtingslóg.”
§ 3 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 5-6 og § 2, nr. 3 hava virknað frá 1. januar 2014. Stk. 3. § 1, nr. 7 og § 2, nr. 2 koma í gildi 1. januar 2021. Í Tinganesi, 7. juni 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 96/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.