Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. mai 2009 Nr. 77

Løgtingslóg um broyting í Lov for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lov nr. 172 af 18. maj 1937 for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m., sum seinast broytt…

Í lov nr. 172 af 18. maj 1937 for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990, verður § 37a orðað soleiðis: ”§ 37a. Í seinasta lagi 4 vikur eftir, at endurgjaldsmálið er endaliga avgjørt, skal eigarin av lendinum, sum talan er um, rinda endurgjaldsupphæddina til eigaran, sum eigur bitið, í felagshaga til hagastýrið. Stk. 2. Tá tað snýr seg um landsjørð verður endurgjaldsupphæddin rindað Búnaðargrunninum. Haðani verður upphæddin annaðhvørt rindað festara heilt ella lutvíst, um tað á festinum verða gjørdar ábøtur til at betra um raksturin, ella hagastýrinum, um ábøtur eru gjørdar í felagshaga.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 25 mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 158/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙