Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2015 Nr. 77

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

(Skattafrí kloyving, skattafrítt partabrævaumbýti og umskipanir uttan loyvi)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. apríl 1998, løgtingslóg nr. 172 frá 21. desember 2001 og løgtingslóg nr. 120 frá 1. desember 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Yvirskriftin til kapittul I verður orðað soleiðis: “Kapittul 1 Samanlegging” 2. §§ 3 og 4 verða strikaðar. 3. Í § 2, stk. 2, § 5, 1. og 2. pkt., tvær staðni í § 8, stk. 1, 1. pkt., § 8, stk. 1, 2., 3. og 4. pkt., § 8, stk. 2, tvær staðni í § 8, stk. 3, tvær staðni í § 8, stk. 4, 1. pkt., § 8, stk. 5, 1. pkt., § 9, stk. 1, 1. pkt., § 10, stk. 1 og 2, § 11, stk. 1, 1., 2., og 3. pkt., § 11, stk. 2, 1. pkt., § 12, stk. 2, 1. pkt. og § 13, stk. 3, 1. pkt. verður “framhaldandi” broytt til: “móttakandi”. 4. Í § 2, stk. 2, § 7, stk. 1., 1. pkt., tvær staðni í § 7, stk. 1, 3. pkt., § 7, stk. 2, 2. og 3. pkt., tvær staðni í § 8, stk. 1, 1. pkt., § 8, stk. 1, 2. og 3. pkt., § 8, stk. 2 og 3, § 8, stk. 4, 3. pkt., § 9, stk. 1, 1. pkt., § 9, stk. 2, § 9, stk. 3, 1. pkt. og § 11, stk. 1, 1. og 2. pkt. verður “uppathaldandi” broytt til: “innskjótandi”. 5. Í § 6 verður stk. 1 strikað. Stk. 2-6 verða eftir hetta stk. 1-5. 6. Í § 6, stk. 3, 4 og 5, sum verða § 6, stk. 2, 3 og 4, og í § 14, 1. pkt. verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 7. § 6, stk. 5, sum verður stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Um fíggjarstovnar leggja saman eftir § 204 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, skulu skjølini og tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 1 og 2, verða latnar TAKS í seinasta lagi 1 mánað eftir samanleggingardagin.” 8. Í § 7, stk. 2, 1., 2. og 3. pkt. og í § 13, stk. 2, 2. pkt verður “Framhaldandi” broytt til: “Móttakandi”. 9. Í § 8, stk. 4, 3. pkt. og § 12, stk. 1, 3. og 4. pkt. verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 10. Í § 8, stk. 5, 1. pkt. verður ”uppathaldandi” strikað. 11. Í § 8, stk. 5 verður aftaná 2. pkt sum nýtt pkt. sett: “2. pkt. er ikki galdandi, um móttakandi felagið ella fasta rakstrarstaðið í skattafríari umskipan beinleiðis ella óbeinleiðis hevur móttikið ogn ella skuld frá feløgum, sum ikki vóru partur av samskattaskaranum, tá ið hallið varð stovnað.” 12. Í § 8 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Í sambandi við samanlegging kann hall í einum av samanløgdu feløgunum frá samanleggingardegnum og til tann dagin, samanleggingin er samtykt í øllum samanløgdu feløgunum, ikki minka um skattskyldugu inntøkuna í móttakandi felagnum soleiðis, at henda inntøka verður minni enn positivu nettokapitalinntøkurnar við ískoyti av inntøkum frá útleigan av avskrivingarskyldugum rakstrargøgnum og skipum. Hallið verður gjørt upp, áðrenn skattligar avskrivingar og niðurskrivingar. Hall fyri sama tíðarskeið í einum av samanløgdu feløgunum kann ikki minka um skattskyldugu inntøkuna í móttakandi felagnum, um so er, at móttakandi felagið ella feløgini tann dagin, samanleggingin er samtykt, í avgerandi mun eru uttan fyri fíggjarligan váða í vinnuligum virksemi ella í vinnuligum virksemi í einum ella fleiri dótturfeløgum, har felagið eigur í minsta lagi 25% av partabrævakapitalinum. 1.-3. pkt. er ikki galdandi, um tey feløg, sum luttaka í samanleggingini, sum hava hall sambært 1.-3. pkt., eru í samtaki saman frá samanleggingardegnum til tann dagin, samanleggingin varð samtykt í nevndu samanløgdu feløgum. Tey feløg, har sami partaeigaraskarin beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% av partabrævakapitalinum í hvørjum felagi ella beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í hvørjum felagi, verða roknað at vera í sama samtaki.” 13. Aftaná § 11 verður sum kapittul 1 a sett: “Kapittul 1 a Kloyving

§ 11 a Tá ið eitt felag verður klovið, kunnu feløgini verða skattað sambært ásetingunum í § 11 b, stk.…

Tá ið eitt felag verður klovið, kunnu feløgini verða skattað sambært ásetingunum í § 11 b, stk. 1, um bæði innskjótandi og móttakandi felagið lúka treytirnar fyri at verða nevnd feløg eftir løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, og um feløgini ikki verða roknað sum glærar eindir. Tað er ein fyritreyt fyri at nýta ásetingarnar, at TAKS hevur loyvt hesum. TAKS kann áseta treytir fyri at geva loyvi og krevja, at ávís skjøl verða latin TAKS áðrenn freistirnar, sum eru nevndar í § 6, stk. 3, ella § 6, stk. 4. Tá ið eitt felag verður klovið, kunnu tey feløgini, sum eru nevnd í 1. pkt., verða skattað eftir ásetingunum í § 11 b, stk. 1, uttan at loyvi er fingið til tess frá TAKS, sbr. tó 5.-10. pkt. Fyritreytin fyri at kunna nýta 4. pkt. er, at feløg, sum eftir kloyvingina eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum í einum av luttakandi feløgunum, ikki avhenda partabrøv í felagnum ella feløgunum, áðrenn 3 ár eru liðin, eftir at kloyvingin varð samtykt. Uttan mun til 5. pkt. kunnu partabrøvini í einum luttakandi felagi í nevnda tíðarskeiðinum avhendast í sambandi við skattafría umskipan av nevnda felagsluttakara ella luttakandi felagi, um tað í sambandi við umskipanina ikki verður samsýnt við øðrum enn partabrøvum. Í tílíkum førum eru treytirnar í 5. pkt. galdandi fyri restina av tíðarskeiðinum fyri felagsluttakaran, ávikavist luttakandi felagið ella feløgini í sambandi við skattafríu umskipanina. 4. pkt. er ikki galdandi, um innskjótandi felagið hevur fleiri enn ein felagsluttakara, og ein ella fleiri av hesum hava verið felagsluttakarar í minni enn 3 ár, uttan at hava havt ræði á meirilutanum av atkvøðunum, og samstundis eru ella við kloyvingini verða felagsluttakarar í móttakandi felagnum, har teir tilsamans hava ræði á meirilutanum av atkvøðunum. 4. pkt. er ei heldur galdandi fyri kloyving, sum er fevnd av stk. 3, um ein felagsluttakari, ið verður skattaður av partabrøvunum í innskjótandi felagnum eftir § 3 í lóg um skatting av kapitalvinningi, og sum samstundis kann móttaka skattafrían vinning av partabrøvunum í innskjótandi felagnum, fær aðra samsýning enn partabrøv í móttakandi felagnum ella feløgunum. 4. pkt. er ei heldur galdandi, um ein persónur ella eitt felag, ið hevur avgerandi ávirkan í innskjótandi felagnum, ikki hevur fulla skattskyldu í Føroyum, ella sambært ásetingunum í einum tvískattasáttmála ikki er heimahoyrandi í Føroyum. Stk. 2. Tað er kloyving, tá eitt felag flytur ein part av ella alla sína ogn og skuld til eitt ella fleiri verandi ella nýggj feløg og við sama lutfalli sum higartil letur sínum felagsluttakarum partabrøv ella innskotsprógv, umframt møguliga tøka upphædd sum javnandi ískoyti. Tað er ein treyt fyri at nýta stk. 1, 4. pkt., at virðið á partabrøvum ella innskotsprógvum, umframt eitt møguligt javnandi ískoyti, er í samsvari við handilsvirðið á fluttari ogn og skuld. Tað er eisini ein treyt fyri at nýta stk. 1, 4. pkt., at lutfallið millum ognir og skyldur, ið verða fluttar til móttakandi felagið, er í samsvari við lutfallið millum ognir og skyldur í innskjótandi felagnum. Tað er at enda ein treyt fyri at nýta stk. 1, 4. pkt, at reiður peningur ikki verður latin feløgum, sum í sambandi við kloyvingina eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum í innskjótandi felagnum. Stk. 3. Heldur innskjótandi felagið ikki uppat í sambandi við kloyvingina, skulu ognir og skuld, sum verða flutt til móttakandi felagið ella til hvørt av móttakandi feløgunum, vera ein deild í fyritøkuni, sbr. § 12, stk. 2. Stk. 4. Í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður latin inn fyri tað inntøkuárið, tá ið kloyvingin eftir ásetingunum í stk. 1, 4. pkt. er framd, skal móttakandi felagið boða TAKS frá, at felagið hevur luttikið í kloyving uttan loyvi frá TAKS. Um partabrøv verða avhendað í einum av luttakandi feløgunum soleiðis, sum tað er ásett í stk. 1, 5. pkt., skal verða boðað TAKS frá hesum í seinasta lagi ein mánað eftir avhendingina.

§ 11 b Verður eitt felag klovið, eru § 5, § 6, stk. 2, 3 og 5 og § 8 eisini galdandi. § 7, stk. 1 og §…

Verður eitt felag klovið, eru § 5, § 6, stk. 2, 3 og 5 og § 8 eisini galdandi. § 7, stk. 1 og § 10 eru eisini galdandi, um felagið heldur uppat í sambandi við kloyvingina. Um innskjótandi felagið ikki heldur uppat í sambandi við kloyvingina, telja vinningur og tap av ognum og skuld hjá felagnum ikki við í skattskyldugu inntøkuni hjá felagnum. Eitt móttakandi felag kann einans yvirtaka tann partin av skattligu avskrivingunum, niðurskrivingum og avsetingunum hjá innskjótandi felagnum, sum viðvíkja yvirtiknum ognum. Stk. 2. Heldur innskjótandi felagið uppat, hava móttakandi feløgini skyldu at lata sjálvuppgávu inn fyri innskjótandi felagið fyri tíðarskeiðið frá ársloki í seinasta vanliga roknskaparári og til kloyvingardagin. Móttakandi felagið ella feløgini ábyrgjast solidariskt fyri møguligum skatta- og avgjaldskrøvum og fyri øllum sektarkrøvum ímóti innskjótandi felagnum, sum eru heimilað í skatta- og avgjaldslóggávuni. Heldur innskjótandi felagið uppat, yvirtekur móttakandi felagið øll krøv, sum innskjótandi felagið sambært galdandi skatta- og avgjaldslógum hevði ímóti skattamyndugleikunum viðvíkjandi viðbót, endurgjaldi og avlopsskatti. Stk. 3. Verður eitt felag klovið, og verða feløgini skattað sambært ásetingunum í stk. 1, verða felagsluttakararnir í innskjótandi felagnum skattaðir sambært ásetingunum í 2.-12. pkt. Um innskjótandi felagið og móttakandi felagið ella feløgini ikki hava sama kloyvingardag, verður kloyvingardagurin fyri innskjótandi felagið nýttur. § 9, stk. 2 og 3 eru galdandi samsvarandi. Partabrøvini í innskjótandi felagnum verða roknað sum umbýtt við partabrøv í móttakandi feløgunum sambært lutfallinum millum kursvirðið á partabrøvunum í hvørjum einstøkum móttakandi felagi og samlaða kursvirðinum á partabrøvunum í móttakandi feløgunum kloyvingardagin. Heldur innskjótandi felagið uppat í sambandi við kloyvingina, er § 11 galdandi fyri partabrøvini í hvørjum einstøkum móttakandi felagi. Heldur innskjótandi felagið ikki uppat í sambandi við kloyvingina, verða partabrøvini hjá luttakarunum roknað sum vórðu tey útvegað í móttakandi felagnum ella feløgunum samstundis sum partabrøvini í innskjótandi felagnum. Útveganarupphæddin fyri partabrøvini í innskjótandi felagnum áðrenn kloyvingina verður býtt lutfalsliga fyri samlaðu innistøðuna eftir kloyvingina. Býtt verður sambært lutfallinum millum kursvirðið á partabrøvunum í innskjótandi felagnum og hvørt av móttakandi feløgunum kloyvingardagin og hinumegin samlaða kursvirðið á partabrøvunum í bæði innskjótandi felagnum og móttakandi feløgunum kloyvingardagin. Um partabrøvini í innskjótandi felagnum vórðu útvegað við vinnuligum endamáli, verða partabrøvini í móttakandi felagnum ella feløgunum eisini roknað sum útvegað við vinnuligum endamáli. Hava partabrøvini í innskjótandi felagnum ikki somu skattligu støðu, ella eru tey ikki útvegað samstundis, verður lutfalsligt býti gjørt fyri partabrøvini í móttakandi felagnum ella feløgunum. Lutfallið verður roknað sambært partabrævakursinum í innskjótandi felagnum kloyvingardagin. Um tey móttiknu partabrøvini hava ymisk rættindi í felagnum, verður útrokningin gjørd serskild fyri hvørt partabrævaslagi. Stk. 4. Í sambandi við innlating av sjálvuppgávuni fyri tað inntøkuárið, tá kloyvingin fer fram, lata felagsluttakararnir í innskjótandi felagnum eina uppgerð inn fyri útveganarupphæddina á partabrøvunum í móttakandi felagnum ella feløgunum, sum verður gjørd sbrt. stk. 3. TAKS ásetur útveganarupphæddina.” 14. Yvirskriftin til kapittul II verður orðað soleiðis: “Kapittul 2 Ognir, fluttar millum feløg” 15. Í § 12, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis: “Tá ið ognir verða fluttar úr einum felagi í eitt annað, kunnu feløgini nýta reglurnar í § 13 í hesi løgtingslóg, um feløgini lúka treytirnar fyri at verða nevnd feløg eftir løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, um feløgini eru skrásett í Føroyum, og um feløgini ikki verða roknað sum glærar eindir.” 16. Í § 12, stk. 1 verða sum nýggj 5., 6., 7. og 8. pkt. sett: “Tá ið ognir verða fluttar, kunnu feløgini, sum eru nevnd í 1. pkt., nýta ásetingarnar í § 13 í hesi løgtingslóg, uttan at TAKS hevur loyvt, at ognirnar verða fluttar, sbr. tó 6.-8. pkt. 5. pkt. er treytað av, at innskjótandi felagið ikki avhendar partabrøv í móttakandi felagnum í einum tíðarskeiði á 3 ár eftir, at tað er samtykt at flyta ognirnar. Uttan mun til 6. pkt. kunnu partabrøvini í móttakandi felagnum í nevnda tíðarskeiði avhendast í sambandi við skattafría umskipan av innskjótandi ella móttakandi felagnum, um tað í sambandi við umskipanina ikki verður samsýnt við øðrum enn partabrøvum. Í tílíkum føri er treytin í 6. pkt. galdandi fyri felagsluttakaran ávikavist luttakandi feløgini í restini av tíðarskeiðinum í komandi skattafríu umskipanini.” 17. Í § 12 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður latin inn fyri tað inntøkuárið, tá ið ognir verða fluttar til felagið eftir ásetingunum í stk. 1, 4. pkt., skal móttakandi felagið boða TAKS frá, at felagið hevur luttikið í flyting av ognum uttan loyvi frá TAKS. Um innskjótandi felagið avhendar partabrøv, sum nevnt í stk. 1, 5. pkt., skal verða boðað TAKS frá hesum í seinasta lagi 1 mánað eftir avhendingina.” 18. Yvirskriftin til kapittul III verður orðað soleiðis: “Kapittul 3 Aðrar ásetingar”

§ 2 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 109 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, løgtingslóg nr. 141 frá 15. desember 2005, løgtingslóg nr. 46 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006 og løgtingslóg nr. 173 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftaná § 13 verður í kapittul 4 sett: “Partabrævaumbýti

§ 13 a Í sambandi við umbýti av partabrøvum kunnu partaeigarar í útvegaða felagnum verða skattaðir…

Í sambandi við umbýti av partabrøvum kunnu partaeigarar í útvegaða felagnum verða skattaðir sambært ásetingunum í §§ 9 og 11 í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., um feløgini lúka treytirnar fyri at verða nevnd feløg eftir løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, og tá ið bæði útvegandi og útvegaða felagið eru skrásett í Føroyum. Tann dagurin, tá ið partabrævaumbýtið fer fram, verður roknaður sum samanleggingardagur. Tað er ein treyt fyri at nýta ásetingarnar í 1. pkt., at TAKS hevur givið loyvi til tess. TAKS kann áseta serligar treytir fyri at lata loyvi. 1.-4. pkt. eru ikki galdandi, um útvegaða ella útvegandi felagið verða roknað sum glærar eindir. Stk. 2. Tað er partabrævaumbýti, sbr. stk. 1, tá eitt felag útvegar ein part av partabrævakapitalinum hjá øðrum felagi við tí úrsliti, at tað fær meirilutan av atkvøðunum í hesum felagi, ella, um tað longu hevur slíkan meiriluta, útvegar sær uppaftur størri part við at fáa virðisbrøv hjá partaeigarunum í hinum felagnum og afturfyri geva teimum partabrøv ella partar í fyrra felagnum umframt møguligt javnandi ískoyti. Treytirnar í 1. pkt. um, at tað útvegandi felagið fær meirilutan av atkvøðunum í útvegaða felagnum, verða roknaðar sum uppfyltar, hóast útvegandi felagið eftir partabrævaumbýtið verður klovið sambært ásetingunum í § 11 a í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. Stk. 3. TAKS kann loyva, at skatting ikki fer fram eftir §§ 3 og 4, tá eitt felag útvegar allan partabrævakapitalin í einum øðrum felagi, ella tá eitt felag, sum frammanundan eigur partabrøv í einum øðrum felagi, útvegar írestandi partabrævakapitalin í hinum felagnum. Tað er ein treyt, at partaeigararnir í hinum felagnum einans fáa partabrøv í fyrra felagnum og eina møguliga javnandi upphædd sum samsýning. §§ 9-11 í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. eru galdandi samsvarandi. Stk. 4. Tað er ein treyt, at handil sambært stk. 1 og 3 verður framdur, áðrenn í mesta lagi 6 mánaðir eru lidnir frá fyrsta umbýtingardegi. TAKS kann leingja freistina í 1. pkt. Umbýti av partabrøvum kann ikki fremjast við afturvirkandi gildi. Stk. 5. Partabrævaumbýti sambært stk. 1-4 kann fremjast, uttan at TAKS hevur givið loyvi til tess. Tað er ein treyt, at virðið á partabrøvunum, saman við møguligari tøkari javnandi samsýning, er í samsvari við handilsvirðið á umbýttu partabrøvunum. Eisini er tað ein treyt, at útvegandi felagið ikki avhendar partabrøv í útvegaða felagnum í einum tíðarskeiði á 3 ár eftir umbýtingardagin. Uttan mun til 3. pkt., kunnu partabrøvini í útvegaða felagnum í nevnda tíðarskeiði avhendast í sambandi við skattafría umskipan av útvegandi ella útvegaða felagnum, um tað í sambandi við umskipanina ikki verður samsýnt við øðrum enn partabrøvum. Í slíkum førum er treytin í 3. pkt. galdandi fyri restina av tíðarskeiðinum fyri felagsluttakaran ávikavist felagið ella feløgini, tá skattafrí umskipan verður framd. Stk. 6. Í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður latin inn fyri tað inntøkuárið, tá partabrævaumbýtið er framt, skal útvegandi felagið boða TAKS frá, at felagið hevur luttikið í partabrævaumbýti sambært ásetingunum í stk. 5. Um útvegandi felagið avhendar partabrøvini, sum umrøtt í stk. 5, 3. pkt., skal verða boðað frá hesum til TAKS í seinasta lagi 1 mánað eftir avhendingina.”

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 119/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙