Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2000 Nr. 77

Løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.

§ 1 Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…

Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 29. desember 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 32 verður orðað soleiðis: “§ 32. Samdøgursstovnar, har børn verða sett heimanífrá sambært hesi lóg, skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið á slíkum stovnum v.m.” 2) § 43 verður orðað soleiðis: “§ 43. Útreiðslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og útreiðslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góðkendu samdøgursstovnunum verða goldnar av landskassanum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av í ivaføri um ein upphædd kann gjaldast sum barnaverndarútreiðsla. Stk. 3. Tann, ið hevur uppihaldsskyldu at einum barni, sum verður sett heimanífrá, verður settur í gjald sambært reglunum í lógini um almenna forsorg. Stk. 4. Barnaverndirnar kunnu gjalda útreiðsluna til frípláss sum barnaverndarútreiðsla, antin fult ella partvíst, har foreldur ikki sjálvi kunnu rinda hesar útreiðslur. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um frípláss.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000. Tórshavn, 17. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
børneforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 12. mars 2002 · innanhýsis
Áður galdandi · 2. marts 1988

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙