Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 76 29. mai 2017

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

(Stuðul til fyriskipan uttanlands)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 10 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Persónar, sum hava miðnámsskúlaprógv, og sum hava autismu ella somu eyðkenni og líknandi avbjóðingar í mun til útbúgving, sum tey, ið hava autismu, kunnu í serligum førum fáa stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at tað ikki finst hóskandi tilboð í Føroyum.” Stk. 5-7 verða eftir hetta stk. 6-8. 2. Í § 17, stk. 1 verður tvær staðni aftan á “§ 12” sett: “ella § 13 a, stk. 1”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 131/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙