Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. mai 2009 Nr. 76

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður upphæddin “kr. 2.405” broytt til “kr. 2.124”. 2) Í § 11 verður seinasta pkt. orðað soleiðis: “Vistarhaldsstudningurin er kr. 2.405.” 3) Í § 12, stk. 2 verður upphæddin “kr. 600” broytt til “kr. 724”. 4) Í § 12 verður sett sum nýtt stk. 4: “Stk. 4. Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar sambært “løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008.” Studningurin til einsamalla uppihaldaran er kr. 1448 um mánaðin. Stk. 4 verður hereftir stk. 5” 5) Í § 13, stk. 1 verður sett sum 3. pkt.: “Møguligur stuðul til skúlagjaldið frá SU ella øðrum lestrarstuðulsstovni verður roknaður sum partur av nevndu upphædd.” 6) Í § 19 stk. 1 verður sett sum 2. pkt.: “Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2009”. 7) Í § 19 stk. 2 verður “§§ 7–10” broytt til “§§ 7–12”.

§ 2 Henda lóg fær gildi 1. august 2009. § 1 nr. 3 og nr. 4 fáa tó gildi 1. januar 2010

Henda lóg fær gildi 1. august 2009. § 1 nr. 3 og nr. 4 fáa tó gildi 1. januar 2010 Tórshavn, 25. mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 181/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙