Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. mai 2015 Nr. 76
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir
(Broytt krøv til útbúgving, eftirútbúgving, alment eftirlit o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum…
Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012 og § 4 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 1 verður “ella skrásettan grannskoðara” strikað. 2. Í § 3, stk. 3, 2. pkt. verður “løggildum grannskoðara” broytt til: “góðkendum grannskoðara”. 3. Aftaná § 3 verður sett: “§ 3 a. Skrásettir grannskoðarar, sum standa í skránni hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sbr. § 2 kunnu fáa góðkenning sum løggildir grannskoðarar, um teir standa eina próvtøku. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesa próvtøku, undir hesum um innihaldið í próvtøkuni, próvtøkuhald og próvdøming.” 4. Í § 4, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett: “Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta nærri reglur um meiri eftirútbúgving fyri grannskoðarar, ið grannskoða virkir, fevnd av § 19, stk. 3, nr. 2.” 5. § 15, stk. 4, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um etikk, um at gera grannskoðanaruppgávur og um grannskoðarans veitan av váttanum, heruppií ummælir hjá grannskoðarum av leiðslufrágreiðingum sambært ársroknskaparlógini, og um at gera váttanaruppgávur við trygd og at veita aðrar váttanir við trygd.” 6. Í § 18, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: “1. pkt. er ikki galdandi, um grannskoðanin er gjørd eftir váttanarstandardi sambært § 135, stk. 1, 2. pkt. í ársroknskaparlógini.” 7. § 19, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Hesi virki eru fevnd av stk. 1, til tey ikki longur lúka treytirnar: 1) Virkir, ið hava virðisbrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði í einum ES-landi ella einum EBS-landi, og 2) virkir, ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, tó ikki virkir, ið fáast við tryggingarmeklaravirksemi sambært § 42 í lógini um tryggingarvirksemi og reglum settar í gildi við heimild í hesi, og virkir, ið eru fevnd av kapittli 20 a (íløguráðgevar) í fyriskipan om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed.” 8. Í § 31, stk. 1 verður “og skrásettar” strikað. 9. § 31, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Próvtøkunevndin fyri løggildar grannskoðarar skal hava 1 løggildan grannskoðara og 4 ella fleiri limir, ið ikki eru løggildir grannskoðarar, og sum skulu vera kønir í handilsviðurskiftum, skattarætti, skiftirætti og tjóðarbúskapi.” 10. § 31, stk. 3 verður strikað. Stk. 4-9 verða eftir hetta stk. 3-8. 11. § 31, stk. 7, sum verður stk. 6, verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Í staðin fyri teir í stk. 2 nevndu grannskoðarar kann Skráseting Føroya seta persónar í próvtøkunevndina, sum hava tikið útbúgving uttanlands, ið verður mett at kunna javnmetast við tað í § 3, stk. 1, nr. 4 og 5 nevndu útbúgving, og verður § 3, stk. 1, nr. 1 ikki nýtt í hesum førinum.” 12. Í § 31, stk. 4, sum verður stk. 3, verður “ella skrásettur” strikað. 13. Í § 31, stk. 5, sum verður stk. 4, verður “og skrásettar” strikað. 14. Í § 31, stk. 8, sum verður stk. 7, verður í 1. pkt. “og skrásettum” strikað. 15. Í § 31, stk. 8, sum verður stk. 7, verður í 2. pkt. “og skrásettar” strikað. 16. Í § 32, stk. 1, 3. pkt. verður “1 limur skal vera løggildur grannskoðari, 1 limur skal vera skrásettur grannskoðari” broytt til: “2 limir skulu vera góðkendir grannskoðarar”. 17. Í § 33, stk. 4, 3. pkt. verður aftaná “góðskueftirlitsfólki” sett: “, sbr. tó stk. 5”. 18. Í § 33 verður aftaná stk. 4, sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Grannskoðaraeftirlitið hevur góðskueftirlit á grannskoðanarvirkjum, sum gera uppgávur sambært § 1, stk. 2 á virkjum, fevnd av § 19, stk. 3. Góðskueftirlitsfólkini skulu hava hóskandi yrkisútbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu og hava neyðugan kunnleika til góðskueftirlit. Góðskueftirlitið skal gerast eftir reglum, ásettar við heimild í § 32, stk. 3. § 32, stk. 5 og reglur settar í gildi við heimild í ásetingini, eru somuleiðis galdandi. Skráseting Føroya kann gera avtalu við Erhvervsstyrelsen um, at góðskueftirlitsfólk, sum starvast í Erhvervsstyrelsen, gera góðskueftirlitið.” Stk. 5-10 verða eftir hetta stk. 6-11. 19. Í § 33, stk. 9, sum verður stk. 10, verður “stk. 8” broytt til “stk. 5 og 9”. 20. Í § 33, stk. 10, sum verður stk. 11, verður “stk. 8” broytt til “stk. 5 og 9”. 21. Í § 41, stk. 1, 3. pkt. verður “1 limur skal vera løggildur grannskoðari, 1 limur skal vera skrásettur grannskoðari” broytt til: “2 limir skulu vera góðkendir grannskoðarar”. 22. Í § 41, stk. 6, 2. pkt. verður “Felagið fyri løggildar grannskoðarar, Felagið fyri skrásettar grannskoðarar” broytt til: “Felagið Føroyskir Grannskoðarar”.
§ 2 Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2016, tó kemur § 1, nr. 4 í gildi dagin eftir, at…
Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2016, tó kemur § 1, nr. 4 í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd. Stk. 2. Skrásettir grannskoðarar og skrásett grannskoðanarvirki kunnu halda fram sum skrásettir grannskoðarar og skrásett grannskoðanarvirki, inntil góðkenning teirra verður strikað úr skránni hjá Skráseting Føroya yvir alment góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirki. § 1, stk. 4 í grannskoðaralógini hevur samsvarandi gildi fyri skrásettar grannskoðarar. Skrásettir grannskoðarar, hvørs góðkenning er ella verður deponerað, frátikin ella frádømd, tá henda løgtingslóg fær gildi ella seinni, kunnu av nýggjum verða skrásettur í skránni yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirki sambært ásetingunum í § 6, stk. 3 og § 9, stk. 2 og 3. Tað sama er galdandi, um góðkenningin hjá einum skrásettum grannskoðara er fallin burtur ella seinni fellur burtur. Stk. 3. Ein persónur kann til og við 2015 á vanligan hátt søkja um at sleppa til skrivliga próvtøku fyri skrásettar grannskoðarar. Aftaná 2015 verður í einari skiftistíð møguleiki fyri sleppa til próvtøku. Próvtøka fyri skrásettar grannskoðarar verður ikki fyriskipað aftaná 2018. Stk. 4. Próvtøkunevndin skipar fyri próvtøkuni. Próvtøkunevndin er í sambandi við próvtøkuna fyri skrásettar grannskoðarar mannað við 1 skrásettum grannskoðara og 4 ella fleiri limum, ið hvørki eru løggildir ella skrásettir grannskoðarar, og sum skulu vera kønir í handilsviðurskiftum, skattarætti, skiftirætti og tjóðarbúskapi. Formaðurin, sum Skráseting Føroya velur, kann ikki vera løggildur ella skrásettur grannskoðari. Stk. 5. § 3 í grannskoðaralógini er galdandi fyri skrásettar grannskoðarar, ið eru góðkendir áðrenn gildiskomu lógarinnar, ella verða góðkendir aftaná gildiskomu lógarinnar. Stk. 6. Ein persónur, sum ikki hevur havt møguleika til at fara upp til skrivliga roynd tríggjar ferðir fyri at standa próvtøkuna sambært stk. 3, 1. pkt., hevur rætt til at flyta teir írestandi møguleikarnar at fara til próvtøkuna, til próvtøku, ið er fyriskipað sambært stk. 7. Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um: 1) møguleika fyri at søkja um at sleppa til próvtøku í eini skiftistíð aftaná 2015, sbr. stk. 3., 2) próvtøku fyri skrásettar grannskoðarar, sbr. stk. 3 og 4, herundir treytirnar fyri at innstilla seg til próvtøku, próvtøkukrøvini, próvtøkuhald og próvdøming, og um 3) at flyta írestandi møguleikar at fara til próvtøku, sbr. stk. 6. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 107/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.