Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
17. mai 1994 Nr. 76
Løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 13. desember 2024 1)
(Broytt við kunngerð nr. 128 frá 13. desember 2024. Ein samanskriving av løgtingslógini letur seg ikki gera av lógartøkniligum orsøkum)
§ 1 2) Fyri tinglýsing verður rindað eitt gjald, sum er 1.000 kr
2) Fyri tinglýsing verður rindað eitt gjald, sum er 1.000 kr.
§ 2 Gjaldið verður rindað fyri eitthvørt skjal, ið verður fráboðað til tinglýsing
Gjaldið verður rindað fyri eitthvørt skjal, ið verður fráboðað til tinglýsing.
§ 3 Verður eitt skjal, ið ikki kemur undir tað í § 5, stk. 3 nevnda føri, víst burtur, verður nýtt…
Verður eitt skjal, ið ikki kemur undir tað í § 5, stk. 3 nevnda føri, víst burtur, verður nýtt gjald ikki rindað, um skjalið verður fráboðað til tinglýsing av nýggjum innan 3 mánaðir roknað frá fyrstu fráboðanini til tinglýsing.
§ 4 Tinglýsing er ókeypis av
Tinglýsing er ókeypis av 1) adressubroytingum, 2) myndugleikatøku og løgverjumálum, jbr. § 48 í løgtingslóg um tinglýsing, 3) fráboðanum, sum nevndar í § 13 í løgtingslóg um tinglýsing, 4) áheitan um búskilnað, jbr. § 43 í lóg um rættvirknað hjúnalagsins, 5) sjálvræðisfrátøka sambært § 66 í lóg um skifti av deyðsbúgvi og felagsbúgvi og 6) sjálvræðisfrátøka sambært § 26 í konkurslógini. Stk. 2.3) Ókeypis er haraftrat áheitan um: 1) avlýsing, 2) avtøku av rættarviðmerkingum, 3) freistarleingjan ella endaliga innføring í tingbókina av einum skjali, sum er tinglýst við freist, og 4) striking av rættindum, sum ikki hava fingið fulnað við tvingsilssølu, sbrt. § 642 í rættargangslógini.
§ 5 Gjaldið fellur til gjaldingar, tá skjalið verður fráboðað til tinglýsing
Gjaldið fellur til gjaldingar, tá skjalið verður fráboðað til tinglýsing. Stk. 2. Gjaldið verður rindað við, at skjalið verður stemplað við tinglýsingarskrivstovunnar kassa. Stk. 3. Verður gjaldið ikki goldið samstundis við fráboðanina, verður skjalið burturvíst frá dagbókini. Um so er, fellur gjaldið burtur.
§ 6 Fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi, ið tinglýsingarskrivstovan ger,…
Fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi, ið tinglýsingarskrivstovan ger, verða goldnar 50 kr.
§ 7 2) (Strikað)
2) (Strikað).
§ 8 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi §§ 28-29 og §§ 31-33 í “Sportelreglement for rettens betjente paa Færøerne” frá 30. mars 1836. 1) Sambært § 3 í stýrisskipanarlógini frá 1948 vóru løgtingslógir orðaðar á føroyskum og donskum máli. Henda grein er ikki endurtikin í galdandi stýrisskipanarlóg frá 1994. Eftir at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi á ólavsøku 1995, hevur vanlig mannagongd verið, at danski teksturin er tikin úr gildi við fyrstkomandi broyting í lógini, tó er tvítekstur varðveittur í summum førum. Fíggjarmálaráðið, sum varðar av lógini um tinglýsingargjøld v.m., hevur í hesum føri valt ikki at taka danska tekstin úr gildi. Broytingar í lógini um tinglýsingargjøld v.m. eftir 1995 eru bert gjørdar á føroyskum, og gjørt verður vart við, at munur er á danska og føroyska tekstinum. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 10. juni 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.