Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2003 Nr. 76
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
(Ásetingarlógin – skattalætti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: 1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis: 1) Galdandi frá 1. januar 2003 til 31. desember 2003: Er inntøkan minni enn kr. 21.000,-, verður latið 0%. Er inntøkan kr. Men minni enn kr. verður latið kr av og av restini % 21.000 65.000 0 21.000 8,0 % 65.000 120.000 3.520 65.000 19,0 % 120.000 160.000 13.970 120.000 23,5 % 160.000 23.370 160.000 37,0 % 2) Galdandi frá 1. januar 2004: Er inntøkan minni enn kr. 22.000,-, verður latið 0%. Er inntøkan kr. Men minni enn kr. verður latið kr av og av restini % 22.000 65.000 0 22.000 7,0 % 65.000 120.000 3.010 65.000 19,0 % 120.000 170.000 13.460 120.000 23,0 % 170.000 24.960 170.000 36,0 %
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003. Tórshavn, 6. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 66/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.