Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. apríl 2025 Nr. 75
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Skiftisregla fyri uttanlandsfrádrátt)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109…
Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 20. desember 2023, løgtingslóg nr. 39 frá 16. mai 2024 og løgtingslóg nr. 145 frá 20. desember 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 33, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) 30% av skattskyldugari inntøku, sum er fevnd av § 25 b, stk. 1, sbr. tó stk. 2, tó í mesta lagi: a) Fyri 2025: kr. 72.000. b) Fyri 2026 og frameftir: kr. 48.000.” 2. Í § 33 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Fyri tey, sum í 2024 høvdu inntøku, sum er fevnd av § 25 b, stk. 1 og sum vórðu linkað eftir grein 25, stk. 2, litra c í norðurlendska tvískattasáttmálanum, er frádrátturin í § 33, stk. 1, nr. 13, í mesta lagi: 1) Fyri 2025: kr. 120.000. 2) Fyri 2026: kr. 96.000. 3) Fyri 2027: kr. 72.000. 4) Fyri 2028 og frameftir: kr. 48.000.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 30. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 47/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.