Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. apríl 2025 Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin)
(Broyta ásetingar um rúsevnakoyring, fallhjálm á tríhjólaðari motorsúkklu, avgreiðsla av málum uttan rættarsókn og skiftisreglur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum…
Í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 29. mai 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Motordrivið akfar má ikki verða koyrt ella roynt at verða koyrt av nøkrum, hvørs blóð, meðan hann koyrir ella aftaná, hevur í sær: 1) evni, ið ávirka tilvitið, sum sambært reglum, ásettar av landsstýrisfólkinum, eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina, og sum ikki eru tikin sambært einari lógligari ávísing, sbr. tó nr. 2 og 4, 2) tetrahydrocannabinol (THC) í slíkum vavi, har nøgdin í blóðinum er omanfyri 0,001 mg THC pr. kg blóð, og sum ikki er tikið sambært einari lógligari ávísing, 3) evni, sum eru fevnd av nr. 1, og sum viðkomandi hevur tikið sambært einari lógligari ávísing, um nýtslan ikki er í samsvari við ávísingina, ella 4) tetrahydrocannabinol (THC), sum viðkomandi hevur tikið sambært einari lógligari ávísing, um nýtslan ikki er í samsvari við ávísingina.” 2. Í § 16, stk. 3 verður aftan á “Ásetingarnar í stk. 1 og 2” sett: “og § 15”. 3. Í § 16, stk. 4 og 5 verður “§ 15, stk. 2” broytt til: “§ 15”. 4. Í § 16 a, stk. 1, 2. pkt. verður aftan á “brot á” sett: “§ 15 og”. 5. Í § 18 c, stk. 3, 2. pkt. verður aftan á “rúsdrekkakoyring” sett: “ella rúsevnakoyring”. 6. Í § 42 c, stk. 1 verður aftan á “tvíhjólaðari” sett: “og tríhjólaðari”. 7. § 58, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Við sekt verður tann revsaður, sum við motorakfari, stórum prutli, traktori, motoramboði ella lendisakfari: 1) brýtur § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella aftaná koyring ikki er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð, sbr. tó stk. 2, 2) brýtur § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella aftaná koyring er omanfyri 0,003 mg. THC pr. kg blóð, sbr. tó stk. 2, ella 3) koyrir rúsdrekkakoyring ella fremur brot á § 15, stk. 1, nr. 1 ella 3, ella § 15, stk. 2, sbr. tó stk. 2.” 8. Í § 58, stk. 2, nr. 3-6 verður “§ 15, stk. 1 ella 2” broytt til: “§ 15, stk. 1, nr. 1-4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella aftaná koyring er omanfyri 0,001 mg. THC pr. kg blóð ella § 15, stk. 2”. 9. § 58, stk. 2, nr. 7 verður orðað soleiðis: “7) rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1, nr. 1-4 har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella aftaná koyring er omanfyri 0,001 mg. THC pr. kg blóð ella § 15, stk. 2, er farið fram við óheimilaðari nýtslu av einum motorakfari, stórum prutli, traktori, motoramboði ella lendisakfari, sbrt. § 293, stk. 1 og § 293 a í revsilógini, ella”. 10. § 58, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Við sekt verður tann revsaður, sum: 1) við lítlum prutli brýtur § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella eftir koyring ikki er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð, sbr. tó stk. 9, 2) við lítlum prutli brýtur § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum, undir ella aftaná koyring, er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð, sbr. tó stk. 9, 3) við lítlum prutli koyrir rúsdrekkakoyring ella fremur brot á § 15, stk. 1, nr. 1 ella 3 ella § 15, stk. 2, sbr. tó stk. 9, 4) koyrir lítið prutl, hóast rætturin at koyra lítið prutl er frádømdur viðkomandi treytaleyst, sbr. tó stk. 9.” 11. Í § 58 verður sum stk. 9 sett: “Stk. 9. Revsingin, sbrt. stk. 3, nr. 1-4, kann hækka til fongsul í upp til 1 ár, um førarin áður er dømdur fyri brot, sum eru nevnd í nr. 1-4.” 12. § 58 g, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Um mál um rúsdrekkakoyring, sbrt. § 16, ella rúsevnakoyring, sbrt. § 15, ikki verður mett at bera við sær hægri revsing enn sekt, ella tað fyriliggur eitt mál við spurningi um frádøming av koyrirættinum sbrt. § 59 a, stk. 1, nr. 1-6 ella 8, stk. 2, nr. 2, 3, 4, 5, 1. pkt. ella nr. 8, stk. 4 og 5, ella § 59 i, stk. 1, nr. 2-5 ella stk. 3, nr. 1, 2 ella 4, kann ákæruvaldið, í staðin fyri at lata inn ákærurit til rættin, gera hin skuldsetta kunnigan við, at málið kann verða avgreitt uttan rættarsókn, um skuldsetti viðgongur seg sekan í brotinum og váttar at gjalda eina í fráboðanini ásetta sekt innan eina ásetta freist, ið eftir áheitan kann verða longd, og tekur við koyriforboði ella við treytaðari ella treytaleysari frádøming av koyrirættinum í eitt tíðarskeið, sum er ásett í fráboðanini.” 13. Seinna yvirskriftin yvir § 59 verður orðað soleiðis: “Rúsdrekkakoyring og rúsevnakoyring” 14. Í § 59 verður aftan á “luft” sett: “ella gjørt seg sekan í broti á § 15, stk. 1, nr. 1 ella 3, ella § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum, undir ella aftaná koyring, er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð”. 15. § 59 a, stk. 1, nr. 6 verður orðað soleiðis: “6) hann hevur gjørt seg sekan í broti á § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum, undir ella aftaná koyring, ikki er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð, um brotið ikki er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5, einum broti á § 15, stk. 1, nr. 3 ella gjørt seg sekan í broti á § 15, stk. 2, sum ikki er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5.” 16. § 59 a, stk. 2, nr. 5 verður orðað soleiðis: “5) hevur framt brot á § 15, stk. 1, nr. 1 ella undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,” 17. § 59 b, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Treytaleys frádøming fyri rúsdrekkakoyring við eini alkoholstyrki upp á omanfyri 1,20 promillu í blóðinum, ella 0,60 mg pr. litur luft í útandingarluft ella koyring ávirkaður av tetrahydrocannabinol (THC), um nøgdin av THC í blóðinum er omanfyri 0,009 mg THC pr. kg blóð ella fyri brot á § 15, stk. 2, ið er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5 og er dømt at geva treytaleysa frádøming, verður gjørd fyri eitt tíðarskeið, sum í minsta lagi er 3 ár.” 18. § 59 i, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis: “4) hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, nr. 2 ella 4, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella aftaná koyring ikki er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð, um brotið ikki er fevnt av § 59 i, stk. 3, nr. 2, einum broti á § 15, stk. 1, nr. 3 ella gjørt seg sekan í broti á § 15, stk. 2, sum ikki er fevnt av § 59 i, stk. 3, nr. 2, ella”. 19. Í § 59 i, stk. 3, nr. 1 verður aftan á “luft” sett: “ella koyring ávirkaður av tetrahydrocannabinol (THC), um nøgdin av THC í blóðinum er omanfyri 0,003 mg THC pr. kg blóð”. 20. § 59 i, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, nr. 1 ella 2, har nøgdin av tetrahydrocannabinol (THC) í blóðinum undir ella aftaná koyring, er omanfyri 0,009 mg THC pr. kg blóð, ella undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,”. 21. Í § 59 i, stk. 4, 1. pkt. verður aftan á “vegna” sett: “rúsevnakoyring ella”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 7-10 og § 1, nr. 13-20 eru eisini galdandi fyri mál, sum eru framd, áðrenn løgtingslógin kemur í gildi, men ikki eru endaliga dømd, tá løgtingslógin kom í gildi. Stk. 3. Við áseting av revsing og frádøming av koyrirættinum og rættinum til at koyra lítið prutl, sbrt. § 1, nr. 7-10 og § 1, nr. 13-20, skulu eldri avgerðir, sum eru endaliga avgjørdar, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi, hava endurtøkuvirknað við sær. Í Tinganesi, 30. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 75/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.