Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. mai 2017 Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Studningur til aspirantar 12. mánaðin, stuðulsupphæddir ikki javnaðar í 2017 og heimild til Studna at lata upplýsingar til TAKS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25.…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015, løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016 og løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 17, stk. 1, 3. pkt. verður aftan á “uppihaldarum” sett: “og aspirantum”. 2. Í § 19, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2017.” 3. Í § 23 verður sum stk. 3. sett: “Stk. 3. Studna verður heimilað at lata víðari til TAKS neyðugar upplýsingar um lestrarvirkni hjá lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, soleiðis, at nevndu persónar kunnu sleppa undan skylduni at rinda kringvarpsgjald, hóast hesi framvegis eru skrásett sum búsitandi í Føroyum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 111/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.