Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2025 Nr. 73

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving

(Løn undir útbúgving og útbúgvingarlongd)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og…

Í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námfrøðiliga hjálparaútbúgving, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um útbúgvingarlongdina, eitt nú býtið millum ástøðiliga partin og starvsliga partin á heilsurøktaraútbúgvingini.” 2. Aftan á § 14 verður sum kapittul 3 a sett: “Kapittul 3 a Løn undir útbúgving

§ 14 a Landsstýrisfólkið kann seta skipan í verk um, at arbeiðsgevarar kunnu fáa lønarendurgjald úr…

Landsstýrisfólkið kann seta skipan í verk um, at arbeiðsgevarar kunnu fáa lønarendurgjald úr landskassanum fyri løn til starvsfólk, sum er undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya, sambært § 14 c. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvør útbúgving í hesi løgtingslóg er fevnd av skipanini um lønarendurgjald. Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um lønarendurgjald, eitt nú um freist at søkja um endurgjald, avmarkingar fyri tíðarskeiðið fyri lønarendurgjald, fráboðanarskyldu arbeiðsgevarans og treytir til neyðuga skjalfesting, umsiting o.a.

§ 14 b Útbúgvingarsáttmáli millum starvsfólk og arbeiðsgevara er treyt fyri, at arbeiðsgevari kann søkja…

Útbúgvingarsáttmáli millum starvsfólk og arbeiðsgevara er treyt fyri, at arbeiðsgevari kann søkja um lønarendurgjald, umframt at starvsfólkið er upptikið á Heilsuskúla Føroya á eina útbúgving, ið er fevnd av skipanini við lønarendurgjaldi sambært § 14 a, stk 2. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um treytir og innihald í útbúgvingarsáttmálanum. Stk. 3. Lønarendurgjald verður bert veitt arbeiðsgevara, sum er góðkent útbúgvingarstað, ella sum varðar av góðkendum útbúgvingarstaði, sambært § 13.

§ 14 c Lønarendurgjald verður veitt fyri skúlaskeiðini, ið eru kravd á útbúgvingini, og fyri…

Lønarendurgjald verður veitt fyri skúlaskeiðini, ið eru kravd á útbúgvingini, og fyri starvsvenjingarskeiðini, tá ið næmingurin av fakligum orsøkum er í starvsvenjing uttan fyri starvsstað sín. Stk 2. Lønarendurgjaldið er 80% av minstulønini fyri starvsfólk undir útbúgving sambært galdandi sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, frítíðarískoytið íroknað. Endurgjald verður ikki veitt fyri eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 30. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 76/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙