Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. november 2004 Nr. 72

Løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021

Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1425 (2002).

§ 1 Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Somaliu

Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Somaliu: 1) Vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað. 2) Lóður av einum og hvørjum slagi. 3) Hernaðarakfør og hernaðarútgerð. 4) Hálvhernaðarliga útgerð. 5) Eykalutir til nevndu lutir í 1-4. Stk. 2. Tað er bannað at veita Somaliu tøkniliga hjálp ella venjing, ið er tengd at at veita, framleiða, røkja ella at nýta nevndu lutir í stk. 1. Stk. 3. Stk. 1 og stk. 2 fevna ikki um at selja ella at veita hernaðarútgerð, ið ikki elvir deyða, og sum burturav verður nýtt til hjálparendamál ella vernd, og tengda tøkniliga hjálp ella venjing, sum er góðkend av nevndini, ið er skipað sambært fyriskipan Sameindu Tjóða nr. 751 (1992), heruppií verndarvestar og hernaðarhjálmar, sum eru fyribils útfluttir til Somaliu til egna nýtslu hjá starvsfólki Sameindu Tjóða, tíðindafólki, neyðhjálparfólki ella hjálparfólki.

§ 2 1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110 c, stk. 2 í…

1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110 c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár. Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 3 Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda sær uttanlands, og…

Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda sær uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.

§ 4 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. november 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 8/2004 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a. · innanhýsis
Galdandi · 16. desember 2021

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙