Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2025 Nr. 71

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

(Skatting av húsaleigu)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 19. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar 1. § 8 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Inntøka, ið stavar frá útleigan av húsum o.tíl. til bústað, sbr. § 1 í leigulógini, verður bruttoskattað við 25%. Bert tann parturin av inntøkuni, sum fer upp um kr. 100.000 kr. verður skattaður. Eiga persónar í felag hús o.tíl., er samlaði frádrátturin eftir hesum stykki kr. 100.000. Avgerðin um at brúka hetta stykki ávikavist stk. 2 er bindandi fyri trý ár í senn. Leiguinntøka, skattað eftir hesum stykki, verður ikki tikin við í skattagrundarlagið í § 1. Skatturin sbrt. 1. pkt. fer 100% til atvinnukommununa.” 2. Í § 8 a, stk. 1, 2. og 3. pkt. verður “kr. 100.000” broytt til: “kr. 50.000”.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 181 frá 21. desember 2018 um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti…

Í løgtingslóg nr. 181 frá 21. desember 2018 um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 16. desember 2021 verður í § 2 “og fer úr gildi 31. desember 2025” strikað.

§ 3 Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar…

Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2025. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2031. Stk. 3. § 2 kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 30. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 84/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙