Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. mai 2020 Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum
(Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum, sum…
Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 28. apríl 2000, løgtingslóg nr. 150 frá 20. desember 2005 og løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verður § 1, stk. 1 orðað soleiðis: “Heimildin hjá landsstýrismanninum sum kærumyndugleiki verður lagdur til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum sambært hesum løgtingslógum: 1) Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sbrt. § 71. 2) Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sbrt. § 6, stk. 4. 3) Løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sbrt. § 16. 4) Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, sbrt. § 10, stk. 3.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Stk. 2. Avgerðir, ið eru tiknar sambært lov om offentlig forsorg, og har freistin fyri at kæra ikki er farin, kunnu framvegis kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum. Í Tinganesi, 25. mai 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 80/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.