Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2023 Nr. 71

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing

(Striking av friðingarheimildum o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 2-5, verða strikað. 2. Í § 2, stk. 2, verður “eigur” broytt til: “skal”. 3. Í § 2, stk. 3 og 6, verður “sóknarstýri” broytt til: “kommunustýri”. 4. Í § 2, stk. 6, verður “viðalundarnevndini” broytt til: “skógfriðingarnevndini”. 5. Í § 4, stk. 2, 1. pkt., verður “sermerkt landslag” broytt til: “sereyðkenni við landslagnum”. 6. II. partur verður strikaður. 7. § 12, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Friðingarnevndin heldur fund, tá ið áheitan kemur frá landsstýrismanninum, yvirfriðingarnevndini, Búnaðarstovuni, einum kommunustýri ella einum eigara ella brúkara, sum vil hava eitt av teimum í hesi løgtingslógini umrøddu loyvunum. Annars kemur nevndin saman, tá ið hon sjálv heldur tað vera neyðugt.” 8. Í § 13, stk. 2, verður “Føroya Jarðarráð” broytt til: “Búnaðarstovan”. 9. §§ 14 og 15 verða strikaðar. 10. § 16, stk. 1 og 4, verða strikað. Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 1 og 2. 11. §§ 17-20 verða strikaðar. 12. § 21, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Avgerðir, sum friðingarnevndirnar taka, kunnu skjótast inn fyri yvirfriðingarnevndina av einum og hvørjum, ið hevur verið á fundi undir viðgerðini av málinum ella hevur sent inn skrivliga greinargerð, somuleiðis av landsstýrismanninum, Búnaðarstovuni ella einum kommunustýri, sum hevur áhuga fyri málinum.” 13. § 21, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Avger yvirfriðingarnevndin sambært stk. 3, at ein av friðingarnevndini gjørd viðtøka ikki kann góðtakast, verður málið at senda aftur til nýggja viðgerð í friðingarnevndini, uttan so at yvirfriðingarnevndin heldur, at málið er dottið burtur. Yvirfriðingarnevndin kann eisini gera av, at málið skal viðgerast sum kærumál eftir teimum fylgjandi reglunum.” 14. § 21, stk. 5 og 6, verða strikað. 15. § 26 verður orðað soleiðis: “§ 26. Útreiðslurnar til virkið hjá friðingarnevndunum og yvirfriðingarnevndini verða goldnar úr landskassanum.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2024

Stk. 1. Henda løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2024. Stk. 2. Friðingarmál, sum eru byrjað, tá ið henda løgtingslógin kemur í gildi, verða avgreidd av verandi náttúrufriðingarmyndugleikum eftir higartil galdandi reglum. Stk. 3. Friðingarúrskurðir við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða verandi í gildi, til landsstýrismaðurin tekur aðra avgerð. Í Tinganesi, 22. mai 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 68/2022

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙