Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
5. mai 2021 Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Loyvi at landa og avreiða í mesta lagi 15% uttanlands)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 41, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum, tó kunnu í mesta lagi 15% av veiðuni fyri hvørt fiskaslag sær, gjørd upp 31. desember fyri árið frammanundan, landast og avreiðast uttanlands. Stk. 2. Umframt undantakið frá at landa um bryggjukant í Føroyum, sambært stk. 1, 2.-4. lið, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um, hvørji fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskapur, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið, eru undantikin avmarkingunum sambært stk. 1.” 2. Í § 64, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “§ 39, stk. 1,” sett: “§ 41, stk. 1,”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 5. mai 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 137/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.