Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2015 Nr. 70

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 24. desember 2015

§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 10, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Val av fyriskipan skal taka støði í, at fyriskipanin skal fremjast í Føroyum. Til fólk við sjónbreki og hoyribreki kann fyriskipan heilt ella lutvíst fyriskipast í øðrum landi, um egnað fyriskipan ikki er í Føroyum.” 2. Í § 10 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Í sambandi við fyriskipan sbrt. § 9, stk. 1, nr. 5 og 6 kann stuðul veitast til styttri tiltøk í øðrum landi.” Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 6 og 7. 3. Aftan á § 13 verður sett: “§ 13 a. Hóast ásetingarnar í § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 verður stuðul til uppihald til lesandi, ið fáa lestrarstuðul, sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, veittur sambært fylgjandi ásetingum: 1) Persónur, ið býr einsamallur og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 37% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. Fyri hvørt barnið aftrat fyrsta barninum, ið hevur skrásettan bústað hjá viðkomandi, lækkar veitingin við 20%. 2) Persónur, ið er sambúgvandi og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 34% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. Fyri hvørt barnið aftrat fyrsta barninum, ið hevur skrásettan bústað hjá viðkomandi, lækkar veitingin við 18%. 3) Persónur, 25 ár ella eldri, ið býr einsamallur og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 50% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. 4) Persónur, 25 ár ella eldri, ið er sambúgvandi og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 28% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. 5) Persónur, yngri enn 25 ár, ið ikki býr hjá foreldrunum, og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 21% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. 6) Persónur, yngri enn 25 ár, ið býr báðum foreldrum, og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 16% av dagpeningaupphæddini um mánaðin. Stk. 2. Stuðul til uppihald til lesandi, ið fáa lestrarstuðul sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, verður 12. mánaðin veittur sambært § 12, stk. 1 í hesi løgtingslóg.” 4. Í § 14, stk. 1, nr. 1, 2. pkt. verður: “, áður hevur havt tilknýti til arbeiðsmarknaðin” strikað. 5. Í § 19 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Stuðul verður ikki veittur til skúlatilfar og amboð, ið vanliga verða nýtt til skúlanýtslu.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tey, sum hava fingið játtað stuðul til fyriskipan í øðrum landi, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, fáa hóast ásetingarnar í § 1, nr. 1 í hesi løgtingslóg stuðulsveiting restina av játtanartíðarskeiðinum. Stk. 3. 1) Tey, sum áðrenn henda løgtingslógin kemur í gildi, hava fingið játtað stuðul til arbeiðsfremjandi tiltak, ið eisini gevur rætt til lestrarstuðul, verða hóast ásetingarnar í § 13 a mótroknaði sbrt. § 13, stk. 1 fram til 1. august 2016. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 147/2014 1) Broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 24. desember 2015.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙