Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. mai 2014 Nr. 70

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

(Akfarsbók og Virkisveð. Úrgildissetan av lov for Færøerne om pantsætning af fangst)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1.…

Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1. mai 1973, løgtingslóg nr. 37 frá 29. mai 1985, løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987, løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 164 frá 22. desember 2005, løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006 og løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Skjøl eins og endurrit skulu ovast á fyrstu síðu siga frá eigindómsins matr. nr. og navni, bústaði og telefonnummari tilmeldarans. Skeytið og veðbrøv skulu haraftrat siga frá lógligari adressu. Eitt veðbræv skal siga frá bústaði veðsetarans og veðhavarans, um ikki hesin má metast at vera almannakunnigur, ella bústaðnum hjá einum, ið hevur rætt at taka ímóti tilsøgnum, frásøgnum og gjøldum vegna skuldara ella ognara. Viðvíkjandi likamligum persónum skal eitt skeyti siga frá p-tali ognarans, og eitt veðbræv skal siga frá p-tali veðsetarans. Viðvíkjandi løgfrøðiligum persónum skal eitt skeyti siga frá v-tali ognarans.” 2. § 14, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Skjalið verður burturvíst, uttan so at skeivleikin ella brekið verður rættað av tilmeldaranum, um tilskilanin er skeiv, ella um skjalið ikki hevur tilskilan av: 1) eigindómsins matr. nr., 2) navni, p-tali ella v-tali, bústaði og telefonnummari tilmeldarans, 3) p-tali ella v-tali og bústaði veðsetarans ella veðhavarans, um so er, at hesin ikki má metast at vera almannakunnigur, ella navni og bústaði hjá einum fulltrúa, sbrt. § 9, stk. 3.” 3. Í § 37 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri akfør, nevnd í § 42 a.” 4. Í § 38 verður í 1. pkt. strikað “ella einum har verandi vinnuligum virki”. 5. Aftaná § 42 verður sett: “Kapittul 6 a. Tinglýsing í akfarsbókina

§ 42 a Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri motorakfør, húsvognar, lendisakfør, leguvognar og…

Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri motorakfør, húsvognar, lendisakfør, leguvognar og viðfestivognar til bilar.

§ 42 b Ognarfyrivarni og undirveð í teimum í § 42 a nevndu akførum skulu tinglýsast fyri at fáa verju…

Ognarfyrivarni og undirveð í teimum í § 42 a nevndu akførum skulu tinglýsast fyri at fáa verju ímóti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar um akfarið, og ímóti rættarsókn. Tað sama er galdandi fyri rættarsókn í slíkum akførum, um skuldarin ikki hevur mist ræðisrættindini yvir akfarinum. Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1 skulu ognarfyrivarni í teimum í § 42 a nevndu akførum ikki tinglýsast fyri at fáa verju ímóti rættarsókn, um akfarið hvørki er, ella áður hevur verið, skrásett í akfarsskránni hjá Akstovuni. Hetta er tó ikki galdandi, um akfarið er frítikið fyri skráseting. Stk. 3. Tá tey í stk. 1 nevndu rættindi eru tinglýst, tørvar avhending ella onnur flyting av rættindunum ikki tinglýsing.

§ 42 c Tinglýsing av teimum í § 42 b nevndu rættindum verður gjørd í akfarsbókini, ið verður førd av…

Tinglýsing av teimum í § 42 b nevndu rættindum verður gjørd í akfarsbókini, ið verður førd av tinglýsingarmyndugleikanum. Stk. 2. Sum tinglýsingargrundarlag krevst eitt skjal, ið meldað verður til tinglýsingarmyndugleikan til tinglýsingar. Skjalið skal eftir sínum innihaldi fastseta, stovna, broyta ella taka av rættindi í einum ávísum akfari. § 9, stk. 4 og 5 og § 10, stk. 3 hava samsvarandi nýtslu. Stk. 3. Viðvíkjandi skjølum um ognarfyrivarni og veðbrøv hevur § 10, stk. 2 samsvarandi nýtslu. Harafturat hevur § 11, stk. 2 eisini samsvarandi nýtslu viðvíkjandi veðbrøvum. Við tinglýsing av rættarsókn skal váttan frá tí valdi, sum tikið hevur avgerðina, leggjast fram, ella váttað útskrift úr tess bókum.

§ 42 d Skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu førast í dagbókina. § 14, stk. 1, 2. og 3. pkt.,…

Skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu førast í dagbókina. § 14, stk. 1, 2. og 3. pkt., § 14, stk. 3 og § 15, stk. 1-3 hava samsvarandi nýtslu. Stk. 2. Skjøl um ognarfyrivarni og pantibrøv skulu tilskila teir einstøku prioritetir, ið frammanfyri eru, og stødd teirra. § 15, stk. 4 og stk. 5, 1. pkt. hava samsvarandi nýtslu. Um akfarið ikki er skrásett í akfarsskránni hjá Akstovuni, um skrásetti eigarin er ein annar enn tann á skjalinum uppgivni, ella er tað til skrokknummarið svarandi skrásetingarnummarið eitt annað enn tað á skjalinum uppgivna, fær skjalið viðmerking. Víkur innihaldið í skjalinum annars munandi frá upplýsingunum í akfarsskránni hjá Akstovuni, fær skjalið viðmerking. Stk. 3. Er einki til hindurs fyri tinglýsing av viðkomandi skjali, ella kann tað tinglýsast við viðmerking, verður tað ført inn í akfarsbókina. Ein møgulig stutt viðmerking verður somuleiðis førd inn í akfarsbókina. § 16, stk. 1, 3. pkt. og stk. 2-4 hava samsvarandi nýtslu. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tinglýsingarháttin.

§ 42 e Eitt skjal verður roknað fyri tinglýst, tá tað er ført inn í akfarsbókina. Rættarfylgja…

Eitt skjal verður roknað fyri tinglýst, tá tað er ført inn í akfarsbókina. Rættarfylgja tinglýsingarinnar verður roknað frá tí degi, skjalið er meldað til tinglýsingar. Skjøl, ið meldað verða til tinglýsingar sama dag, eru javnbjóðis. Stk. 2. Tinglýst rættindi verða strikað úr akfarsbókini, tá ið 10 ár eru liðin síðani tinglýsingina, og tað ikki innan fyri hesa freist er meldað til tinglýsingar av nýggjum. Stk. 3. §§ 34 og 35 hava samsvarandi nýtslu.” 6. § 43, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Skjøl, ið ikki skulu tinglýsast sbrt. ásetingunum í kap. 6 a, og sum antin viðvíkja persóns ræði á leysafæ ella á ognarvirðum hansara yvirhøvur, og sum eftir niðanfyri standandi reglum krevja tinglýsing, verða førd inn í eina serstaka persónsbók.” 7. Í § 43 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Skjøl, ið tinglýst verða sbrt. § 1, kunnu snúgva seg um, at ein persónur bindur seg til ikki at undirveðseta ogn sína, sbrt. § 47, § 47 b, stk. 2, § 47 d, stk. 3, nr. 1-7 ella § 47 e, uttan samtykki frá tí, ið átalurætt hevur. Skjalið skal staðfesta, hvør hevur átalurætt.” 8. Í § 47, stk. 1 verður aftaná “leysafæ,” sett: “sum ikki er nevnt í § 42 a,”. 9. Í § 47 b, stk. 2 verður sum 3. pkt. sett: “Ásetingarnar í 1. og 2. pkt. eru ikki galdandi fyri akfør, nevnd í § 42 a.“ 10. Aftaná § 47 c verður sett: “§ 47 d. Virkiseigari kann við ognarveðbrævi undirveðseta tað, virkið eigur, og í framtíðini ognar sær (virkisveð), sbr. stk. 3 og 4. Virkisveð er ikki forðing fyri, at ogn, við undantaki av krøvum, verður tikin frá í sambandi við vanligan rakstur av virkinum. Stk. 2. Virkisveð skal vera tinglýst fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar við veðhavara, og móti rættarsókn. Stk. 3. Virkisveð kann fevna um: 1) einføld krøv, sum stava frá sølu av vørum og tænastum, 2) rávørugoymslur, hálvvirkaðar og lidnar vørur, 3) akfør, sbrt. § 42 a, um veðsetari rekur virki við keyp og sølu av akførum, 4) rakstrarinventar og rakstraramboð, 5) rekevni og onnur hjálparráð, 6) innstøða, 7) góðvild, økisnøvn og rættindi sbrt. patentloven, varemærkeloven, mønsterloven og løgtingslóg um upphavsrætt, og 8) veiðu. Stk. 4. Hóast stk. 3 fevnir virkisveð ikki um: 1) ognir, fevndar av tinglýstum veðrætti sbrt. § 37, uttan mun til, nær veðrætturin í føstum eigindómi er tinglýstur, 2) akfør, sum sbrt. § 42 a eru frítikin fyri skráseting, 3) bátar ella før á 5 BT ella yvir og ognir, fevndar av veði í skipum sbrt. løgtingslóg um skráseting av skipum, 4) loftfør og ognir, fevnd av veði í loftførum sbrt. §§ 1, 22 og 24 í lov om registrering af rettigheder og luftfartøjer, 5) alifisk og smolt sbrt. § 47 c. Stk. 5. Tinglýst virkisveð skal víkja fyri seinni úttøkum, um úttøkuhavari í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir, at úttøkan er framd, hevur givið boð til virkisveðhavara um úttøkuna. Stk. 6. Tinglýst virkisveð skal víkja fyri undirveði í leysafæi sbrt. § 47, sum er tinglýst, tá virkisveðsetari ognar sær lutin. Sama er galdandi í mun til fullgilt avtalað ognarfyrivarni í leysafæ. Stk. 7. Tinglýst virkisveð skal víkja fyri ognarfyrivarni og undirveði í akførum sbrt. § 42 a, sum er tinglýst, tá virkisveðhavari ognar sær akfarið.

§ 47 e Virkisánari kann við ognarveðbrævi undirveðseta vanlig krøv virkisins, ið eru ógoldin, eins og…

Virkisánari kann við ognarveðbrævi undirveðseta vanlig krøv virkisins, ið eru ógoldin, eins og framtíðar krøv virkisins, sum stava frá sølu av vørum og tænastum (kravsveð). Stk. 2. Kravsveð skal vera tinglýst fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðvari verða gjørdar við veðhavaran, og móti rættarsókn.

§ 47 f Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað til fyrimuns fyri tann ella tey, ið…

Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað til fyrimuns fyri tann ella tey, ið eru nærskyld skuldaranum ella veðsetaranum, sbrt. § 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, er uttan rættarvirknað. Verður veðhavari nærskyldur við skuldara ella veðsetara, kann veðið ikki verða sett sum veðhald fyri skuld, stovnað eftir henda dag, og ikki fevna um ogn, sum ánari hevur ognað sær eftir henda dag. 2 pkt. er somuleiðis galdandi, um nærskyld skuldaranum ella veðsetaranum taka við veðrættinum. Stk. 2. Virkisveð, sbrt. § 47 d, og kravsveð, sbrt. § 47 e, kunnu ongantíð samstundis verða tinglýst á blað veðsetarans í persónsbókini. Stk. 3. Tinglýsingardagurin er avgerandi fyri forrættarstøðuna millum veðrætt, sbrt. § 47 b, stk. 2, og virkisveð, sbrt. § 47 d, uttan mun til, nær ognin verður mett at verða fevnd av veðrættinum. Stk. 4. Ásetingin í § 42 e, stk. 2 er somuleiðis galdandi fyri ognarveðbrøv sbrt. § 47 d, stk. 1 og § 47 e, stk. 1.

§ 47 g Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn avgerð um húsagang móti…

Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn avgerð um húsagang móti veðsetara er tikin, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Stk. 2. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn veðsetari hevur boðað frá gjaldsteðgi, fevnir ikki um ogn, ið er útvegað eftir fráboðanina. Stk. 3. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn Skiftirætturin hevur tikið avgerð um at útseta trotabúsviðgerðina sbrt. § 24 í lovbekendtgørelse om konkurs, umfatar ikki ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um veðsetarin, tá avgerðin um at útseta trotabúsviðgerðina verður tikin, er fevndur av ásetingunum í kap. 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, ella um skuldarumskipanarmál er byrjað. Stk. 4. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn Skiftirætturin hevur tikið avgerð um viðgerð av neyðskuldarasemju, umfatar ikki ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um veðsetarin, tá samráðingar um neyðskuldarasemju (tvangsakkordforhandling) eru byrjaðar, er fevndur av ásetingunum í kap. 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, ella um skuldarumskipanarmál er byrjað. Stk. 5. Virkisveð, sbrt. § 47 d, ella kravsveð, sbrt. § 47 e, stovnað áðrenn Skiftirætturin hevur tikið avgerð um viðgerð av skuldarumskipanarmáli, umfatar ikki ogn, ið er útvegað eftir avgerðina. Hetta er ikki galdandi, um veðsetarin, tá avgerðin um at viðgera skuldarumskipanarmálið verður tikin, er fevndur av ásetingunum í kap. 2 í lovbekendtgørelse om konkurs, um búgv veðsetarans er komið undir trotabúsviðgerð, ella um samráðingar um neyðskuldarasemju eru byrjaðar.” 11. Aftaná § 49 a verður: “Kapittul 7.” broytt til: “Kapittul 8.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. Samstundis fer úr gildi lov nr. 328 af 2.…

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015. Samstundis fer úr gildi lov nr. 328 af 2. november 1962 for Færøerne om pantsætning af fangst. Stk. 2. Veðbrøv í akførum, tinglýst sbrt. § 47, stk. 1, áðrenn henda lógin kemur í gildi, varðveita uttan tinglýsing í akfarsbókini gildi móti avtalum, gjørdar í góðvari við veðsetara, og móti rættarsókn, sbrt. ásetingunum, galdandi áðrenn lógarbroytingina í 2 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi. Stk. 3. Ognarfyrivarni og úttøka, sum eftir galdandi ásetingum hava gildi móti avtalum og rættarsókn, og sum eftir hesi lóg krevja tinglýsing, varðveita bara hesa trygd í 2 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi, uttan so at ognarfyrivarni og úttøka áðrenn freistina av nýggjum eru fráboðað til tinglýsingar sbrt. ásetingunum í kap. 6 a (akfarsbók). Stk. 4. Tinglýsing innan ásettu freist, sbr. stk. 2 og 3, er uttan tinglýsingargjald og tinglýsingaravgjald. Stk. 5. Rættindi í akførum o.ø., sum áðrenn lógin er komin í gildi, eru tinglýst sbrt. § 37 og § 47 b, stk. 2 í lógini og § 518, stk. 2 í rættargangslógini, og sum hava gildi móti avtalum og rættarsókn, varðveita rættindini sbrt. galdandi ásetingum. Rættindi, sbrt. 1. pkt. kunnu uttan tinglýsingargjald og tinglýsingaravgjald tinglýsast í akfarsbókini, sbr. kap. 6 a. Stk. 6. Veð í veiðu, fráboðað til tinglýsingar sbrt. lov for Færøerne om pantsætning af fangst, fyri 1. januar 2015 er galdandi til og við 31. desember 2015. Veð í veiðu eftir 1. januar 2015 kann við ognarveðbrævi tinglýsast í persónsbókini sum virkisveð, sbrt. ásetingunum í tinglýsingarlógini um virkisveð. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 128/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
Færøerne om pantsætning af fangst · innanhýsis
Áður galdandi · 2. november 1962
Broytingar
tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023 · innanhýsis
Galdandi · 16. august 1962

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙