Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2003 Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Kommunuskattur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum,…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður § 46, stk. 1 orðað soleiðis: “Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá ið landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2003 til 31. desember 2003 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0 – 21.000 kr., og frá 1. januar 2004 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0 – 22.000 kr.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003 Tórshavn, 6. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 67/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.