Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. mars 2004 Nr. 7
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin, transfer pricing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 2 verður 2. pkt. strikað. 2) Í § 37 verður stk. 2 strikað. 3) Eftir § 37 verða sum nýggjar greinar settar: “§ 37 a. Skattskyldug, sum 1) útlendskir likamligir ella løgfrøðiligir persónar hava tamarhald á, ella 2) hava tamarhald á løgfrøðiligum persónum, ella 3) eru í samtaki við løgfrøðiligan persón, ella 4) hava fastan rakstrarstað uttanlands, ella 5) eru at rokna sum útlendskur likamligur ella løgfrøðiligur persónur við føstum rakstrarstaði í Føroyum, skulu í sambandi við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrarstaðir, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar. Stk. 2. Við tamarhald í stk. 1, nr. 1 er at skilja, at likamligir ella løgfrøðiligir persónar beinleiðis ella óbeinleiðis eiga meira enn 50% av parta- ella innskotspeninginum ella hava ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í felagnum. Við tamarhald í stk. 1, nr. 2 er at skilja, at skattskyldugi beinleiðis ella óbeinleiðis ella saman við nærstandandi eigur meira enn 50% av parta- ella innskotspeninginum ella hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í felagnum. Við skattskyldug í samtaki við løgfrøðiligan persón, sbr. stk. 1, nr. 3, er at skilja, at somu eigarar hava tamarhald á feløgunum. Tamarhald í 3. pkt. skal skiljast eins og tamarhald í 2. pkt. Stk. 3. Ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur verður mettur at vera útlendskur, um persónurin er heimahoyrandi í Danmørk, Grønlandi ella einum fremmandum landi, herundir eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála. Stk. 4. Í sambandi við, at álíkningin av tí skattskyldugu inntøkuni verður broytt, sambært stk. 1, kann skattskyldugi sleppa undan øðrum fylgjubroytingum við at binda seg til gjalding í samsvari við prísir og treytir nevnd í stk. 1. 1. pkt. er tó einans galdandi fyri viðurskifti, fevnd av § 118a, um viðkomandi útlendski skattamyndugleiki skattar í samsvari við teir prísir og tær treytir, sum eru nýtt við álíkningina av tí skattskyldugu inntøkuni, sambært stk. 1.
§ 37 b Um eitt felag,
Um eitt felag, 1) sum er fevnt av § 1, 2) hevur skuld til útlendskan likamligan ella løgfrøðiligan persón, sum er nevndur í § 118a, stk. 1, og 3) felagsins fremmandakapitalur (skuld) sæð í mun til felagsins eginkapital við inntøkuársins enda er størri enn lutfallið 4:1, kunnu rentuútreiðslur og kurstap av tí partinum av tí kontrolleraðu skuldini, sum er størri enn lutfallið 4:1, ikki dragast frá skattskyldugu inntøkuni eftir hesi lóg ávikavist kapitalvinningsinntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini. Kurstap kann tó dragast frá í kursvinningi upp á sama lán tey eftirfylgjandi inntøkuárini. Lán frá triðjamanni, sum tann í § 118a, stk.1 nevndi eigaraskari ella feløg í samtaki við hendan beinleiðis ella óbeinleiðis hava veitt trygd fyri, verður mett sum skuld, fevnd av 1. pkt. Frádráttaravmarkingin fellur burtur, um felagið sannar, at líknandi fígging kann fáast til vega millum óheftar partar. Stk. 2. Sum skuld verður roknað skuld sambært fíggjarkrøvum, sum eru fevnd av kapitalvinningsskattalógini eins og av umbýtiligum lánsbrøvum. Skuldin verður gjørd upp sum kursvirðið við inntøkuársins enda. Stk. 3. Eginkapitalurin verður við inntøkuársins enda gjørdur upp sum virðið á aktivum, uppgjørd til handilsvirði við frádrátti fyri skuld eftir stk. 2. Eginkapitalur, sum er innskotin av tí útlendska eigaraskaranum, verður einans roknaður við í tann mun, hann verður verandi í felagnum í minsta lagi í 2 ár. Stk 4. Eru fleiri føroysk feløg í samtaki undir tamarhaldi, sbr. stk. 5, verða reglurnar í stk. 1-3 samlað nýttar upp á ogn og skuld í hesum feløgum, og sæð verður burtur frá partabrøvunum hjá føroyskum feløgum í øðrum feløgum, sum eru partar av samlaðu uppgerðini, eins og sæð verður burtur frá skuld og krøvum millum hesi. Stk. 5. Við feløg í samtaki verður skilt: 1) feløg v.m., har sami eigaraskari beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% av partapeninginum í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni, 2) feløg v.m., har sami eigaraskari beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni, 3) ein grunnur ella felag, har grunnurin beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni, ella 4) ein grunnur ella felag, har grunnurin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á meira enn 50% av atkvøðunum í hvørjum felag, tá skuldin verður keypt ella seinni. Partabrøv, sum a) hjúnafelagi, b) foreldur, c) omma og abbi, d) børn, e) barnabørn, f) hjúnafelagi hjá børnum ella barnabørnum ella g) deyðsbúgv eftir teir í litra a-f nevndu persónar eiga ella hava átt, verða í metingini av eigaraskaranum síðustillað við eigarans partabrøv v.m. Hartil verða partabrøv, sum hoyra til feløg, grunnar v.m., har teir í 1. pkt. nevndu persónar sum partaeigarar ella orsakað av viðtøkureglum, avtalu ella felags leiðslu hava ella hava havt eina avgerandi ávirkan á at síðustilla við partabrøv eigarans. Partabrøv, sum ein fyrrverandi hjúnafelagi hjá teimum í 1. pkt. nevndu persónum hevur, og partabrøv, sum ein núverandi hjúnafelagi hjá teimum í 1. pkt. nevndu persónum hevur avlutað áðrenn giftuna, verða tó ikki tald við. Tá ið atkvøðuparturin verður gjørdur upp, verður sæð burtur frá atkvøðum, sum einans eru fingnar til vega við avhending av atkvøðum í sambandi við, at trygd er vunnin í partabrøvum. Stk. 6. Stk. 1-4 eru samsvarandi galdandi fyri partafeløg og onnur feløg, sum hava heimstað uttanlands, í tann mun tey útinna vinnu við føstum rakstrarstaði her á landi. Tá ið skuld og eginkapitalur eftir stk. 2 og 3 verða gjørd upp, inngongur einans virðið á aktivum og skuld, sum hevur samband við fasta rakstrarstaðin. 4) Eftir § 118 verður sum nýggj grein sett:
§ 118 a Skattskyldug,
Skattskyldug, 1) sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar hava tamarhald á ella 2) sum hava tamarhald á útlendskum løgfrøðiligum persónum ella 3) sum eru í samtaki við útlendskan løgfrøðiligan persón ella 4) sum hava fastan rakstrarstað uttanlands ella 5) sum eru at rokna sum útlendskur likamligur ella løgfrøðiligur persónur við føstum rakstrarstaði í Føroyum, skulu á sjálvuppgávuni tilskila slag og vav á handilsligu ella fíggjarligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu útlendsku likamligu og løgfrøðiligu persónar og føstu rakstrarstaðir. § 103, stk. 2 verður samsvarandi nýtt. Stk. 2. Við tamarhald er at skilja ognarviðurskifti ella ræði á atkvøðunum, sum ásett í § 37a. Við skattskyldug í samtaki við løgfrøðiligan persón, sbr. stk. 1, nr. 3, er at skilja, at somu eigarar hava tamarhald á feløgunum. Stk. 3. Ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur verður mettur at vera útlendskur, um persónurin er heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella einum fremmandum landi, herundir eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála. Stk. 4. Tey, sum eru undir skyldu at lata inn sjálvuppgávu, skulu fáa til vega og goyma skrivligt skjalprógv, sum vísir, hvussu áseting av prísum og treytum fyri viðurskifti, sum koma undir stk. 1, er farin fram. Skrivliga skjalprógvið skal eftir áheitan leggjast fram fyri skattamyndugleikan. Tilfarið skal vera soleiðis háttað, at tað kann vera grundarlag fyri einari meting av, um ásetingin av prísum og treytum er í samsvari við, hvat kundi verið vunnið, um viðurskiftini vóru millum óheftar partar. Stk. 5. Um skattskyldugi ikki hevur fingið til vega skjalprógv, sum ásett í stk. 4, verður álíkningin fyri viðurskifti, sum koma undir stk. 1, sett eftir ætli. Í øllum teimum førum, har skattamyndugleikin ynskir at broyta ta skattskyldugu inntøkuna í samsvari við áseting av prísum og treytum í viðurskiftum millum óheftar partar, skal loyvi fáast til vega frá Stýrinum, áðrenn broytingin verður framd.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 30. mars 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 32/2003
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.