Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. mai 2005 Nr. 69
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum avmarka avreiðing av veiðu uttanlands, og áseta treytir í sambandi við avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur, og áseta krøv um skjalprógv, tá veiða verður útflutt til virkingar uttanlands.” 2) § 19 verður orðað soleiðis: “§ 19. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av nýttum fiskidøgum, ella nýtslan av egnari árskvotu, skal hækkast við upp til 30%, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um at krevja avgjald frá eigara av fiskifari, sum ikki er undir fiskidaga-skipan, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Avgjaldið verður roknað sum 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands. Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða hækkað eftir reglum við heimild í stk. 1, verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 23. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 86/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.