Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2014 Nr. 69
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 5. mars 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Eftir barnsburð hevur móðirin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Faðirin hevur rætt til barsilsfarloyvi í 4 vikur eftir barnsburð, ella eftir tað, at barnið er komið heim, ella eftir avtalu við arbeiðsgevaran, innan fyri tær fyrstu 38 vikurnar eftir barnsburð. 2. Í § 2, stk. 3, 2. pkt. verður “38” broytt til: “42”. 3. Í § 9, stk. 1 verður sum nýtt 2. pkt. sett: “Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 34 vikur innan fyrstu 38 vikurnar eftir barnsburð.” 4. Í § 9, stk. 2 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Foreldrini kunnu í staðin velja, at faðirin at barninum skal vera heima hjá barninum í upp til 20 vikur, sbr. tó stk. 7 og 8, eftir 14. viku eftir barnsburð og harvið fáa barsilspening í hesum tíðarskeiði.” 5. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Faðirin at barninum hevur rætt til barsilspening í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 38 vikurnar eftir barnsburð.” 6. Í § 9, stk. 4, 1. pkt. verður “34” broytt til: “38”. 7. Í § 9 verða sum stk. 7, 8 og 9 sett: “Stk. 7. Fáa foreldrini 2 børn ella fleiri undir sama barnsburði, verða 4 vikur lagdar afturat teimum 18 vikunum, sum foreldrini kunnu býta sínámillum, sbrt. stk. 2. Stk. 8. Verður barn ella børn fødd áðrenn 32. viku í viðgonguni, verða 8 vikur lagdar afturat teimum 18 vikunum, sum foreldrini kunnu býta sínámillum, sbrt. stk. 2. Stk. 9. Barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi skal í minsta lagi vera 1 vika samanhangandi.” 8. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilspening í tilsamans 42 vikur eftir, at tey hava fingið barnið, og upp til 4 vikur, áðrenn tey hava fingið barnið.” 9. Í § 10, stk. 3, 2. pkt. verður “34-38” broytt til: “38-42”. 10. Í § 10 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi skal í minsta lagi vera 1 vika samanhangandi.” 11. Yvirskriftin yvir § 11 og § 11 verða strikað. 12. Aftaná § 14 a verður sett: “§ 14 b. Løntakarar, sum fáa barsilspening frá Barsilsskipanini, rinda eftirlønargjald sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum. Stk. 2. Áðrenn barsilspeningur verður útgoldin, verður eftirlønargjaldið sbrt. stk. 1 drigið frá upphæddini, ið løntakari hevur rætt til sbrt. § 13.” 13. Í § 17, stk. 4, 1. pkt. verður “og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí at teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, ” strikað. 14. § 18, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening eftir dagpeningalógini, og endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3 í forsorgarlógini,”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó kemur § 14 b, sum ásett í § 1, nr. 12, í gildi tann 1. januar 2015. Stk. 3. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda løgtingslóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 er endað, men har seinasta útgjaldið frá Barsilsskipanini ikki er útgoldið. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 126/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.