Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2025 Nr. 68

Kunngerð um broyting í ymsum kunngerðum við heimild í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

(Hámarkið fyri barsilspening verður javnað árliga)

§ 1 Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119…

Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018, § 2 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023 og kunngerð nr. 80 frá 15. juli 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1 verður “§ 13, stk. 1” broytt til: “§ 13, stk. 1 og 3”. 2. Í § 4, stk. 2 verður “30.000.” broytt til: “barsilspeninginum, sum løntakarin hevur rætt til sbrt. § 1, stk. 1.”

§ 2 Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar,…

Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, sum broytt við kunngerð 20 frá 16. mars 2018, § 4 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023 og kunngerð nr. 81 frá 15. juli 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 5, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera 12 ferðir hámarksupphæddina fyri mánaðarliga barsilspeninginum sbrt. § 13, stk. 1 og 3 í løgtingslógini.” 2. Í § 5, stk. 3, 2. pkt. verður “, tó í mesta lagi 30.000 kr. um mánaðin” strikað.

§ 3 Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, sum…

Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 16. mars 2018 og § 3 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verður í § 5, stk. 2 aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera 12 ferðir hámarksupphæddina fyri mánaðarliga barsilspeninginum sbrt. § 13, stk. 1 og 3 í løgtingslógini.”

§ 4 Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum broytt við…

Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 16 mars 2018 og § 1 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verður í § 5, stk. 2 aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera 12 ferðir hámarksupphæddina fyri mánaðarliga barsilspeninginum sbrt. § 13, stk. 1 og 3 í løgtingslógini.”

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2025

Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2025. Umhvørvismálaráðið, 30. apríl 2025 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙