Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. mai 2005 Nr. 68
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, stk. 2 verður sett inn nýtt 3. punktum, sum verður soljóðandi: “Somuleiðis er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt”, og 3. punktum verður hereftir 4. punktum. 2) Í § 8, stk. 3, verður sett inn nýtt 3. punktum, sum verður soljóðandi: “Somuleiðis er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt”, og 3. punktum verður hereftir 4. punktum. 3) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 14. Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar frá fiskfari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt. Somuleiðis er ikki loyvt at avhenda fiskidagar, ætlaðir til húkaveiðu, til trolveiðu ella øvugt. Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Avhendingin er treytað av, at partarnir lúka ásetingarnar í § 13, og at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, fiskiárið frammanundan, eru nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum. Fyri avhendan millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 23. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 88/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.